Í farnu viku hevur Dimmalætting havt eina greinarøð um skeivar viðgerðir í sjúkrahúsverkinum. Serliga hevur fokus verið sett á Landssjúkrahúsið sum hevur verið lagt undir at: “Læknasjusk elvdi til ólekiligan krabba”, “Landssjúkrahúsið viðurkennir ikki feilir”, “Deyðasjúkur maður sendur til hús” o.s.fr.
Tað ber mær sjálvandi ikki til at viðgerða hesi einstøku mál, men eg vil tó gerða eina generella viðmerking til málið sæð út frá tí erfaring, eg havi havt her og í øðrum londum íroknað tað tíð eg var lækni á Ríkissjúkrahúsinum.
Trupult hjá sjúklingum
Sum eg síggi tað, so hava sjúklingar í Føroyum í hvussu er tveir trupulleikar at dragast við, sum sjúklingar í okkara grannalondum sleppa frá at hugsa um. Her hugsi eg í fyrst og fremst um sjúklingatrygging og plikt at melda feilir.
Í okkara grannalondum hava tey afturat Sjúklingakærunevndina (í Danmark kallað Patientklagenævnet) nakað sum kallast Sjúklingatryggingin (Patientforsikringen) og tað hevur tídning at skilja munin.
SjúklingakærunevndinSjúklingatryggingin
Patientklagenævnet (Sjúklingakærunevndin) metir um starvsfólk skal hartast fyri at hava gjørt feilir innan viðgerð, kanning, røkt, information o.s.fr. Nevndin tekur onga støðu til um tað er hendur ein skaði.
Skal ein víðari í skaðamálinum fyri at fáa endurgjald, so skal antin semja gerðast við stovnin ella rættarmál til. Og tað er ongin tryggd fyri, at ein far nakað burturúr. Tvørturímóti er vandi fyra, at ein skal gjalda sakarmálskostnað um málið ikki verður vunnið.
Tá tað kemur til Patientforsikringen (Sjúklingatryggingina), sum enn ikki er galdandi fyri Føroyar, so metir hon harafturímóti um skaði er hendur og tekur støðu til endugjald. Hon tekur onga støðu til um feilur er gjørdur.
Hetta eru soleiðis fullkomiliga ymiskir stovnar. Tað sum føroyskir sjúklingar noyðast ígjøgnum er sostatt tað tunga og kostnaðarmikla verk sum eitur Sjúklingakærunevndin. Og sjálvt um henda fakling nevnd kemur til tað niðurstøðu, at feilur er gjørdur, so er ongin tryggd fyri at sjúklingurin fær nakað endurgjald.
Vit hava sostatt tørv á eini Sjúklingatrygging sum ein kann venda sær til uttan kostnað. Finnur tryggingin at skaði er hendur hevur hon møguleika fyri at rinda endurgjald.
Pliktin at rapportera
Harafturat kemur, at starvsfólk í føroyska heilsuverkinum hava ikki plikt til, at boða frá um tey finna feilir í kanning, viðgerð, rækt o.s.fr.
Í Svøríki hava tey tað sum kallað verður Lex Maria. Hetta varð innført í heilsuverkið í 1937 eftir at 4 sjúklingar doyðu eftir at hava fingið sóttreinsuevni í staðin fyri bedøvilsi í sproytuna.
Í stuttum ber hetta í sær, at starvsfólk so skjótt sum gjørligt og í seinasta lagi innan tveir mánaðir hava pligt til, at melda álvarsligar feilir í kanning og viðgerð. Endamálið er sjálvandi, at hava betri grundarlag fyri at bøta um rutinur og, at sjúklingar og avvarandi so skjótt sum gjørligt fáa greiði yvir hvat er hent. Tað er neyðugt, at líknandi verður innført í Føroyum.
Tvíeggjað svør
Tað kunnu verða fleiri ársøkir til feilir innan heilsuverkið. Ein er, at starvsfólk kunnu verða óskettin, ein onnur er at umstøður og rutinur eru soleiðis háttaðar, at feilir lættliga koma fyri. Harafturat kunnu viðlíkahald, feilmerkingar og feilleveransur koma inn í myndina. Ein feilur í eini kanning kann vaksa seg stóran í skipanini, misskiljingar millum starvsfólk og sjúkling kunnu fáa óhepnar avleiðingar og til tíðir fylgjir sjúklingur ikki ráðum o.s.fr.
Tá sjúklingur klagar gjøgnum Sjúklingakærunevndina er uppgávan hjá nevndini at finna eitt ella fleiri starvsfólk sum hava gjørt feil. Av og á ber hetta brá av, at finna ein sindabukk.
Innan onnur øki verður farið fram á annan hátt. Tá flogferðslan skuldið gerðast tryggari varð avgjørt, at rapportering av feilum ikki skuldið føra til persónligar revsingar, men harafturímóti til rutinur sum elvdu til tryggari ferðslu. Soleiðis øktist talið av rapporteraðum feilum og manglum.
Undir tí skipan vit hava hveppa starvsfólk seg við at rapportera. Bara tað, at informera sjúklingar um klagumøguleikan kann jú viðføra, at hetta starvsfólkið fær eina persónliga nøs.
Her gjørdist Sjúklingatryggingin ein stórur fyrimunur. Skaðar kundi rapporterast gjøgnum hesa skipan uttan at nøkur persónlig nøs skuldið gevast. Og sjúklingurin kundi fáa endurgjald fyri skaðan uttan, at skula prógva feil. Harafturat gjørdist skaðin sjónligur í skipanini og møguleiki varð fyri, at gerða rutinur sum minkaðu um vandan fyri, at líknandi hendið aftur.
At hanga feil viðgerðir út í bløðini kann føra til ymiskar reaktiónir. Ein er, at starvsfólk verða meira nærløgd. Hin er, at starvsfólk finna enn betri háttir at krógva síni mistøk.
Bjarga mannalív
Stóra átakið í Norðanlondum seinastu árini fyri at minka um feilir í kanning, viðgerð og røkt hevur ikki rættuliga rakt Føroyar enn.
Í vár settu donsku heilsumynduleikarnir í verk eina ætlan innan heilsuverkið sum skuldi bjarga 3000 mannalívum í einum tíðarskeiði uppá 18 mánaðir. Roknað verður við at 10% av teimum innløgdu sjúklingunum verða raktir av feilum og komplikatiónum.
Tað verður eisini mett, at tað í Norðanlondum hendir eitt deyðsfall av 1000 fólkum árliga ársaka av feilum og komplikatiónum. Í Svøríki svarar hetta til umlei 10.000 deyðsfall árliga og í Danmark er talið mett til umleið 5000 fólk, sum árliga doyggja av feilum og komplikatiónum innan heilsuverkið. Øll hesu kunnu sjálvsagt ikki bjargast, men ein realistisk metan er, at umleið helvtin kann bjargast.
Hetta eru ótrúliga stór tøl og skuldið fyri Føroyar ført til, at betri rapporteringar og rutinur skuldu bjargað eini 20 fólk árliga.
Senda fleir sjúklingar av landinum?
Eg føli meg ikki sannførdan um, at vit vinna so nógv við at senda fleiri sjúklingar av landinum. Hinvegin eru tað rímiliga greiðar reglur fyri hvørjar sjúklingar yvirlæknarnir kunnu senda av landinum til víðari kanning og viðgerð.
Reglurnar eru í stuttum, at tað sum kann viðgerðast í Føroyum skal viðgerðast í Føroyum. Ynskir sjúklingurin, at verða sendur av landinum til framhaldandi kanning og viðgerð, so skal yvirlæknin hjálpa til við at fáa samband við útlendskan viðgerðarstovn og senda tilfarið til stovnin, men sjúklingurin skal sjálvur gjalda viðgerðina. Henda regla er á leið við tær reglur sum eru galdandi í okkara grannalondum.