Allarfyrst vil eg siga, at eg haldi brævið hjá tær vera á einum heilt ótrúliga lágum støði! Eg vil eisini gera vart við, at orðavendingar, tú brúkar, mest av øllum fáa meg at hugsa um onkra totaliterismu. (Hvussu tað so kann bera til!)
Fari fyrst at gera vart við »liðini« hjá tær: Føroyar: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin. Danmark: Alt Fólkatingið, øll tann danska pressan, tann føroyska »avdeilingin« av Sosialdemokratunum, Sambandsflokkurin, Dimmalætting og Sosialurin. Um eg skilji teg rætt, so meinar tú, at bert tey, sum eru á liðnum "Føroyar" eru rættir føroyingar, also eftir tínum tykki fólk, sum elska Føroyar. Har skuldi tú nokk heldur havt skrivað: Helvtin av Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og nøkur úr Miðflokkinum. Fyri so at fara til liðið »Danmark«, so haldi eg, at tú nokk ert tað, man kallar paranoid, ella hevur »forfylgilsisvanvid"«, sum onkur eisini kallar tað. Haldi ikki, at mær nýtist at forklára meg gjøllari enn hetta!
Síðani tosar tú um, at tað ikki er í Danmark mótstøðan er harðast, nú gongd er komin á samráðingarnar, men at: "Okkara størsti fíggindi eru vit sjálv ella tann parturin av andstøðuni, sum umboðar afturhaldskreftirnar í Føroyum, nevniliga føroyska »avdeilingin« av donsku Sosialdemokratunum og Sambandsflokkurin. Má heilt erligt siga, at eg haldi orðið »fíggindar« vera nokkso løgið at brúka í hesum samanhangi, men hetta er jú bara, sum áður nevnt, eitt av teimum orðunum, sum fær meg at hugsa um totaliterismur. Hetta sigur í hvussu er so mikið, at tú opinbart IKKI heldur tað vera í lagi, at fólk hava ymsar politiskar meiningar.
Tað, sum tú so tosar um, viðvíkjandi »Harra Eidesgaard«, sum tú pástendur fyri langari tíð síðan hevur avtalað við Sosialdemokratarnar á Fólkatingi, at hetta landsstýrið ikki skal náa nakað á sjálvstýrisleið, hatta er bara ov langt úti! Tað er nú einaferð soleiðis, at bæði javnaðarfólk í Føroyum og javnaðarfólk í Danmark eru útgjørd við fornufti, sum ikki verður ávirkað av nøkrum propagandalíknandi, romantiskum og naivum orðingum sum: »Nóg mikið er grulvað, nú fara vit til gongu« , »Nú er tíðin komin til eitt frælst Føroyar« og ikki minst: »Í hjørtum okkara býr frælsi«, sum tit opinbart totalt hava misforstaðið merkingina av.
Síðani kemur tú við einum pástandi um, at Javnaðarflokkurin ikki vil loysa, tí at: »teir vita, sum er, at uttan blokkin, so er ómøguligt at keypa atkvøður við at blaka pening í eystur og vestur.....etc.« Eg má virkiliga siga, at eg ikki ordiliga skilji, hvat tú meinar við, haldi tú mást hava misforstaðið, hvat tað er, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Hugsa teg nú um, hvør hevur gingið á odda fyri at fáa tær samhaldsføstu skipaninar, vit hava í landinum í dag! Og tað var nú ikki fyri at tekkjast veljarunum, men einkult og greitt tí at hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin er stovnaður fyri, stendur fyri, og so sjálvsagt eisini virkar fyri.
Tú meinar eisini, at tað gerst ikki við, um loysing fer at kosta okkum eitt sindur, tað verður so ikki dýrari, enn prísurin vit nú gjalda fyri rotinskapin, sum er í »brøðralagnum millum donsku Sosialdemokratarnar og teirra føroyska grenjikóri við Eidesgaard, Strøm og Magnussen sum høvuðssangarum. Latið teir bara syngja gravsálmar um neyð og vesaladóm«. Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera nokkso løgið, at brúka brøðralag sum eitt negativt orð. Fyri tað næsta, haldi eg, at tað er ótrúliga merkiligt, at man, um man ikki er samdur við tykkum, knappliga er í einum »grenjikóri«, og hetta bara tí, at man, sum áður nevnt, brúkar sítt fornuft, sum ikki er ávirkað av tykkara slagorðum. Og vil hetta so siga, um vit meta okkum eftir veljarakanningini, at uml. helvtin av føroysku veljarunum eru røddir í hesum grenjikóri? Haldi at kórið er væl mannað meðni! Dirigenturin má vera heilt ótrúliga góður! Fyri at brúka orðið »ræðumyndir«, sum jú er sera populert tykkara millum, haldi eg, at størsta ræðumynd í tykkara eygum er Javnaðarflokkurin, og hetta bert av tí simplu grund, at flokkurin gongur inn fyri vælferðini hjá fólki, vælferðini hjá øllum fólki, ikki bara teimum, sum eiga somikið nógv, at tey ikki síggja tað sum eina persónliga hóttan, um vælferðin minkar. - Tit vilja bara ikki viðganga, hvussu fatala ávirkan, loysing kann koma at fáa á tann meiniga føroyingin.
Javnaðarflokkurin roynir at vísa á hetta, tí tað stríðir ímóti øllum, flokkurin stendur fyri, men fyri tykkum er hetta bara grenj! Skilji forrestin ikki, hví tit tíma at brúka so nógva orku uppá at spilla Javnaðarflokkin út, um hann er so »rotin«, sum tú sigur! So haldi eg, tað hevði verið lættari at roynt at ignorerað flokkin, tað vildi verið ein meira náttúrlig forsvarsmekanisma!
Tú endar brævið við at siga, at vit føroyingar eru eitt stolt fólkaslag, og vit vita, vit hava eitt stórt virði. Tey einastu, sum ikki vita, hvat virði okkara vøkru oyggjar hava, er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin. Eg ætli mær ikki at tosa fyri Sambandsflokkin, men vit í Javnaðarflokkinum vita eins væl sum tit, hvat virði okkara land hevur. Vit halda tað eisini vera líka vakurt her, sum tit halda, og ikki minst: VIT ELSKA OKKARA LAND LÍKA SO HØGT SUM TIT! Einasti munurin er, at vit elska fólkið, sum býr her, og ynskja tað besta fyri fólkið. Vit elska ikki bara oyggjarnar við sínum vøkru fjøllum og bláa havi rundanum! - Kærleikin røkkur djúpari, enn tað sum eygað sær! Slagorðið hjá okkum er javnaður, frælsi og brøðralag, og orðið frælsi merkir í okkara verð IKKI at vera loyst úr ríkisfelagsskapinum við Danmark, tað merkir persónligt frælsi, og tá vit meta, at tað persónliga frælsið verður minni, um vit loysa nú, so kunnu vit sjálvandi ikki taka undir við tykkara fullveldistosi! Tað skuldi nú ikki verið so ræðuliga ringt at forstaðið, men tað er tað obinbart fyri tjóðveldisfólk! So lat meg fyri eina sikkurheits skyld enn einaferð sláa fast:
Vit elska Føroyar líka so nógv sum tit, og vit eru líka nógv føroyingar sum tit! Vit eru IKKI landasvíkjarar, okkara kærleiki til Føroyar røkkur bara longri enn til at elska grótið, grasið, havið og seyðin í Føroyum, vit vilja tað besta fyri FÓLKIÐ í Føroyum!
Ragnhild Olsen, Sandavágur
Limur í sosialistiskum ungmannafelag