ÁR TEIRRA BREKAÐU
Føroyar eru eitt tilafturskomið land hjá brekaðum.
Tað er keðiliga niðurstøðan hjá Bjørg Høgnesen, sum býr í Svøríki.
Ár teirra brekaðu er aftur á skránni í Føroyum og aðrastaðni. Seinast var í 1981, men hetta tíðarskeiðið er munandi meiri hent á økinum hjá øðrum tjóðum, staðfestir Bjørg Høgnesen, sum er úr Leirvík.
Bjørg er útbúgving heilsusystir og starvast í løtuni á einum skúla í Malmø. Hon flutti til Svøríkis í 1985 og hevur júst ferðast í Føroyum við einum skúlaflokki. Flokkurin varð skelkaður um umstøðurnar hjá brekaðum í Føroyum. Ferðalagið taldi trý vaksin og tíggju børn, teirra millum brekaði sonur hennara, Karl, sum er 13 ár.
? Vit hava ferðast í Føroyum á hvørjum ári í 13 ár. Og eg má siga, at Føroyar eru at sammeta við eitt menningarland, tá tað kemur til rørslubrekað og teirra umstøður, sigur Bjørg Høgnesen.
Eitt trappuland
Tað er serliga møguleikin at ferðast og koma fram í Føroyum, sum hon heldur vera út av lagi vánaligan.
? Tað er púra ørt at koma fram. Allastaðni eru trappur, hvar tú so kemur og fert. Allastaðni. Umborð á báti, í bussi og tú sleppir nóg illa á eina matstovu ella inn í ein handil. Ert tú rørslubrekaður og skalt við ferjuni til Klaksvíkar, næststørsta býin í Føroyum, noyðist tú at velja ímillum at vera knossaður upp ígjøgnum trappurnar ella at sita á bildekkinum sum viðføri millum farm og bilar. Tað er mannminkandi, sigur Bjørg Høgnesen.
Sonur hennara Karl hevur eina sjáldsama ryggsjúku, sum ger, at hann noyðist at hava korsett um allan ryggin. Alt samdøgrið, alt árið. Ryggurin er boygdur, hann er veikur í liðunum og fær ikki gingið langt. Høvdinum er einki galið við. Tvørturímóti.
? Hann noyddist at grulva upp trappurnar sjálvur, meðan fólk sóu. Hann veit, hvussu hansara støða er, og hann vil ikki berast allaðstaðni. Tað snýr seg um persónligan integritet. Hann er í einum aldri, har hann vil sjálvur. Vit hava latið hann, og samstundis vísir hann okkum, hvussu galið stendur til í Føroyum, sigur Bjørg Høgnesen.
Lítil bati
Tosað hevur verið um trupulleikan í nógv ár, og smávegis batar henda her og har, tí tað eru fólk, sum hugsa um brekað. Men yvirhøvur er lítið og onki hent í Føroyum, hesa tíðina hon hevur verið búsitandi í Svøríki, heldur Bjørg.
Eg haldi, at tey, sum sita og arbeiða við hesum, tey, sum ráða, og tey, sum hava pengarnar um hendi, skuldu ikki sloppið við at sitið á einum kontóri. Tey skuldu farið niður í ein koyristól, farið ein túr umborð á Dúgvuna ella í ein buss, verið hálað upp og niður av fremmandafólki, so kanska tey høvdu skilt, hvussu illa tað er statt í Føroyum í hesum harrans ári fyri brekað. Ikki fyrr enn tú hevur roynt tað sjálvur og hevur verið noyddur at biðið fleiri fólk hjálpa tær, skilir tú støðuna. Tað nyttar onki at koma við einum pappíri og halda seg vita alt, sigur Bjørg Høgnesen.
Tað er víðagitna hugburðinum, tað er galið við.
? Tað er ikki komið so langt, at tey brekaðu eru ein integreraður partur av gerandisdegnum. Tíverri. Brekað fólk eru ikki borgarar sum onnur. Tey eru ikki líka fyri samfelagnum. Helst halda øll, at tey eru tað, men tað verður ikki víst í verki, tí alt ov nógvar forðingar standa í vegin fyri teimum. Tey eiga at sleppa at røra seg frítt sum vit onnur. Táðstaðni vísa vit rættiliga, at vit meina tað, sigur Bjørg.
Lógir og ráð
Tað skal í grundini ikki so nógv til, at tað verður nógv frægari, er boðskapurin hjá Bjørg Høgnesen. Ein háttur at koma víðari er at hyggja at, hvussu útlond hava gjørt.
Tað byrjar við politiska myndugleikanum, tí lógir siga, hvat samfelagið vil.
? Í Svøríki eru lógir, sum siga, at viðurskiftini hjá brekaðum skulu vera í lagi. Lyftir skulu vera, har fólk ferðast, um tað er neyðugt. Og tað er lóg fyri, hvussu almenna ferðslan og almenn støð eru innrættað. Italia er eitt undangonguland ? eitt paradís fyri brekað. Har er lóg, sum sigur, at brekað skulu koma fram allastaðni, og tí eru ongar forðingar. Og um tað ikki er framkomandi, fær tann, sum hevur ábyrgdina, fúlar bøtur, sigur Bjørg Høgnesen.
Kanska er størsti trupulleikin tann, at tað ikki eru brekað sum ráða. Eitt gott amboð at koma hesum mismuni til lívs er at stovnseta handikappráð, sum skal takast upp á ráð í øllum lutum.
? Eg haldi avgjørt, at tað skuldu verið handikappráð, sum tað er í øðrum londum. Í Svøríki er eitt fyri hvørja bygd, og í Føroyum kundi verið eitt fyri hvørja kommunu. Eitt slíkt ráð verður tikið upp á ráð, hvørja ferð okkurt nýtt verður bygt, ella týðandi avgerðir verða tiknar, sum ávirka brekað, sigur Bjørg Høgnesen.
Krev tín rætt
Í triðja lagi heldur Bjørg, at tað hevur stóran týdning, at tey brekaðu krevja sín rætt. Í so máta eru føroyingar kanska í so friðarligir og lata ov nógv um seg ganga.
? Aðrastaðni eru fólk kanska meiri krevjandi. Tey standa fram og gera krav upp á sín rætt at liva sum onnur. Tey síggja tað sum ein sjálvsagdan rætt at koma og fara, sum teimum lystir, sigur Bjørg.
Hon nevnir dømi um eina gentu í Malmø, sum ikki slapp við bussinum. Hvønn morgun fekk hon systrina at hjálpa sær at stilla seg framman fyri bussin, so hann ikki slapp avstað. Søgan frættist, kom í fjølmiðlarnar, og trýst varð lagt á myndugleikarnar, sum bøttu um viðurskiftini.
Pengar eru til
Tá samanum kemur, er alt ein spurningur um pengar. Men tað eigur ikki at vera ein forðing, tí hetta snýr seg meira um eina støðutakan enn stórar upphæddir.
? Pengar eru til. Tað er bara ein spurningur um, hvar tú setir teir, og hvørjum tú tekur teir frá. Tað er ein spurningur um raðfesting, sum politikkur altíð er. Í Svøríki og aðrastaðni er hetta ein fastur táttur í politikki. Eg skilji ikki, hví pengar bara mangla, tá okkurt skal gerast fyri brekað, tí tey eru eisini borgarar, sigur Bjørg Høgnesen.
Sjálvandi kostar tað at gera batar, viðgongur hon, men tað at gera eina rampu við eina trappu er í sjálvum sær ikki dýrt. So tað snýr seg aftur um hugburð, og hann kann ávirkast við lóggávu.
? Tað snýr seg um at gera tey brekaðu til ein sjálvsagdan og integreraðan part av samfelagnum. Tí tey hava eisini krav upp á lívsgóðsku eins og øll onnur, staðfestir Bjørg.
Í juli mánað kemur hon aftur til Føroya við einum blandaðum ferðalagi, har fólk hava ymisk brek. Hon stúrir.