Tað vórðu gjørdar nakrar viðmerkingar frá Knút Lutzen, Safari transport, sum eg ikki fekk høvi at gera mínar viðmerkingar til.
Tað er ikki satt, tá Knút Lutzen frá Safari transport sigur, at hann onki svar hevur fingið frá Strandfaraskipum Landsins uppá sín fyrispurning. Eg havi í telefon greitt viðkomandi frá viðurskiftunum viðvíkjandi flutninginum um Vestmannasund og øðrum trupulleikum í hesum sambandi. Eg meti tí, at skriv hansara er svarað so gott sum nú einaferð gjørligt. Nakað annað er, at teir trupulleikar, sum talan er um ikki kunnu loysast uttan neyðuga fyrireiking. Minnist meg rætt legði eg upp til, at Knút skuldi koma at práta við okkum um, hvussu vit kundu loysa hesar trupulleikar til gagns fyri allar partar.
Málið er ikki so einfalt, sum tað varð gjørt til í innslagnum í sjónvarpinum. Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt stórt arbeiði at endurskoða ymsar flutningsavtalur í hesum sambandi og tað eru nógvir partar eftirhondini, sum fyritøkan hevur verið noydd at taka við í viðgerðini av hesum máli.
Vitandi um, at gongd er á málinum velur Safari alíkavæl at kæra til kappingarráðið og sum skilst á Safari, er felagið heldur ikki nøgt við tað viðgerðina. Spurningurin er tí, um tað ikki hevði verið betri við einum størri samstarvsvilja. Viðmerkjast skal, at Strandfaraskip Landsins hava ikki móttikið nakra fráboðan frá kappingarráðnum um, at fyritøkan fyritekur sær nakað skeivt í sambandi við flutningin um Vestmannasund, men tað, sum er komið fram er, at umstøðurnar ikki eru so einfaldar fyri nakran av pørtunum í hesum máli.
Strandfaraskip landsins fara í næstum at kanna møguleikarnar fyri at verkseta eina ella aðra flutningsskipan, sum minkar trupulleikarnar við bíðitíð o.a. á ymsu farleiðunum, her verður serliga hugsað um vinnulívskundar okkara og samferðsluna um summari. Áðrenn hetta verður gjørt, skulu ymsar lýsingar gerast av tørvinum og viðgerast skulu ymskir møguleikar av loysnum.
Vinarliga Reidar Nónfjall,
stjóri á Strandfaraskip Landsins