marknaðin við tí úrsliti, at prísurin er fallin nógv. Ein av teimum svensku fiskimonnunum sigur við norska blaðið VG, at norðmenn hava so mikið av rækjum eftir á egnum marknaði, at teir kunnu halda prísinum [...] ikki, at teir gera nakað skeivt. Ein talsmaður hjá einum útgerðarfelagi í Egersund sigur við VG, at sviar vilja fegnir hava norsku rækjurnar, sum tær eru betur enn tær svensku. Hann ásannar, at gongdin [...] Sambært blaðnum hevur tað havt við sær, at tær báðar fyrstu vikurnar í ár máttu svenskir fiskimenn blaka 13 tons av rækjum burtur, tí eingin vildi hava tær. Úrslitið er, at fleiri svenskir rækjubátar eru farnir
kannað regluliga. Í fjør vóru 1.000 slíkar kanningar, og níggju skip vórðu mett at vera í so ringum standi, at tey sleppa ikki at flyta olju fyri felagið longur. [...] krøvum hevur fingið oljufeløgini til at seta tangaskipunum størri krøv, skrivar Aftenposten. Rannveig Stangeland, kunningarstjóri hjá Statoil, sigur við blaðið, at norska oljufelagið setir tangaskipunum [...] trygdarkrøv. Hon vísir á, at meðalaldurin á tangaskipum í altjóða sigling er átjan ár, men tangaskipini, sum Statoil nýtir, eru bara seks ára gomul í meðal. Harafturat nýtir Statoil at kalla bara skip, sum
støðugt at menna og víðka um innihaldið á síðuni við nýggjum og viðkomandi tilfari. Gøtu kommuna vónar, at heimasíðan kemur at verða til gagns hjá øllum borgarum og áhugaðum annars, og at hon kemur at fremja [...] umsitingin er samansett, hvat bygdaráðið arbeiðir við o.s.fr.. Somuleiðis er ætlanin, at heimasíðan er staðið har lætt er at kunna seg um onnur kommununal viðurskifti, so sum hvar grundstykkir eru tøk, um alt [...] www.gota.fo er heimstaðurin hjá Gøtu kommunu á alnetinum. Ætlanin við heimasíðuni er at geva borgarunum í kommununi og øðrum áhugaðum, betri kunnleika um, hvat rørist í kommununi. Tað verið seg hvussu
tað er eisini har, at misnøgdin er størst. Serliga Leila Freivald, uttanríkisráðharri, hevur staðið fyri skotum ta seinastu vikuna. Fjølmiðlarnir hava avdúkað, at hon var og hugdi at sjónleiki annað jólakvøld [...] heldur ikki í at kunna Gøran Persson, forsætisráðharra um tað, sum hent var. Ein kanning hjá stovn-inum Sifo í gjár vísti, at 49 prosent av teimum spurdu vilja hava uttanríkisráðharran at leggja frá sær [...] sær. Men Leila Freivald sigur við Aftonbladet, at hon fer ikki frá. Flestu sviar halda harafturímóti, at Gøran Persson, forsætisráðharri, hevur gjørt eitt gott arbeiði í sambandi við vanlukkuna. Tað siga
sum er borgarstjóri í Oyndarfirði, fer at halda røðu. Í Æðuvík siga tey, at eplaskivur og gløggur verða at fáa undir tiltakinum. - Vit ynskja øllum at vera hjartaliga vælkomin til Æðuvíkar, siga tey í syðstu [...] Aftur í ár fara æðuvíkingar at pynta. Ljósini tendra Komandi sunnudag, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður tendrað - og hetta verður júst klokkan 19. Hornorkestrið fer at spæla og Árni Joensen, sum [...] Hugni Seinastu árini hevur verið hugnaligt at rullað sær oman í bygdina í Æðuvík í jólamánaðinum. Húsini í vøkru bygdini eru øll upplýst við jólaperum av alskyns slagi, heilt úr túninum upp í skjølrarnar
Búskaparráðnum, men hann fæst ikki at siga, at mongu ákoyringarnar er høvuðsorsøkin til, at hann nú gevst sum formaður. Við Dimmalætting hósdagin segði Hermann Oskarsson, at tað eru fleiri orsøkir til avgerðina [...] hevur Hermann Oskarsson ikki fírt fyri at siga sína hjartans meining um føroyska búskapin, og tað hevur havt nógvar ákoyringar við sær. Hermann hevur nú tikið avgerð um at siga seg úr starvinum sum formaður [...] avgerðina. ?Tað er sum so ikki krevjandi bara at vera formaður, men tað er krevjandi alla tíðina at verða konfronteraður. Tað krevur nógva tíð og orku, segði hann við Dimmalætting. Hermann Oskarsson varð
liðugt í hesum árinum. Tað eru ikki nógvir pengar eftir at arbeiða fyri hjá Landsverki. Men so mikið er kortini, at arbeitt verður av allari makt við at fáa tunnilsinntakið í Gásadali liðugt. Inntakið í Áardali [...] eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men við Sosialin fyrr í heyst segði hann, at arbeiðið upp á tunnilsinntakið i Gásadali fór at verða boðið [...] rakk játtanin ikki til, segði stjórin á Landsverki tá. Seinastu dagarnar hava menn arbeitt við at gera klárt at stoypa upp fyri tunnilsmunnan Gásadalsmegin. Og gongur, sum stjórin á Landsverki fyrr hevur
sent almennu myndugleikunum bræv, við eini áheitan um at tryggja, at listaverkini í Føroya Banka framhaldandi verða ogn Føroya Fólks. - Vit halda, at nú allur hesin ómetaligi mentanardýrgripurin hjá Føroya [...] Banka longu er almenn ogn, vildi tað verið skeivt at latið hana farið aftur á privatar hendur. - Tí kundu vit hugsa okkum, at skipað verður so fyri, at listaverkini verða tikin burturúr Føroya Banka, áðrenn [...] verður einskildur og latin Listasavni Føroya. - Hetta hevur so stórt mentanarligt virði, at vit mugu tryggja okkum, at tey ikki gleppa okkum av hondum, tí tað vildi verið eitt ómetaligt bakkast, sigur Helgi
altíð spælt við H71. Endamálið við at fáa tveir teir royndastu venjararnar í landinum at verða høvuðsvenjarar hjá H71 er, at vit meta, at hetta er tað sum skal til fyri at okkara ungu og sera evnaríku leikarar [...] mennast á rættan hátt.« Hetta eru millum annað boðini, sum nevndin í felagnum hevði at bera, nú tað hevur eydnast at fáa teir báðar landsliðsvenjararnar til felagið. Og sjálvir tykjast nýggju menninir [...] uppgávuna. - Fyrst og fremst, so er hetta ein avbjóðing í einum felag, sum tykist vera væl skipað. Og tað at menna yngru spælararnar er avgjørt nakað, sum vit síggja stórar møguleikar í, sigur Birgir Hansen millum
í gjár bleiv kunngjørt, at 13 agentar hjá CIA eru eftirlýstir um allan heimin. Týska ákæruvaldið væntar kortini ikki, at USA fer at útflýggja teir, men hinvegfin er greitt, at seta teir fótin á týska jørð [...] vakti málið stóran ans, og mong undraðust á, at táverandi týska stjórnin ikki hevði gjørt meiri fyri at fáa hann úr amerikonsku fangaleguni. Onkur vildi vera við, at týskir agentar høvdu hjálp teimum amerikonsku [...] arbeiddu hjá fregnartænastuni CIA, fóru til Afghanistan við Masri. Amerikanararnir vildu vera við, at hann var yvirgangsmaður, og í fimm mánaðir sat Masri í einari fangalegu, har hann javnan bleiv avhoyrdur