Bæði í Danmark, Noregi og Svøríki hava fólk verið misnøgd við myndugleik-arnar í sambandi við flóðalduvanlukkuna í Suðurasia. Svøríki er tað landið, sum er meinast rakt, og tað er eisini har, at misnøgdin er størst.
Serliga Leila Freivald, uttanríkisráðharri, hevur staðið fyri skotum ta seinastu vikuna. Fjølmiðlarnir hava avdúkað, at hon var og hugdi at sjónleiki annað jólakvøld, sjálvt um svenska sendistovan í Teilandi hevði boðað henni frá vanlukkuni. Hon legði heldur ikki í at kunna Gøran Persson, forsætisráðharra um tað, sum hent var.
Ein kanning hjá stovn-inum Sifo í gjár vísti, at 49 prosent av teimum spurdu vilja hava uttanríkisráðharran at leggja frá sær. Men Leila Freivald sigur við Aftonbladet, at hon fer ikki frá.
Flestu sviar halda harafturímóti, at Gøran Persson, forsætisráðharri, hevur gjørt eitt gott arbeiði í sambandi við vanlukkuna. Tað siga í hvussu er 61 prosent av teimum spurdu.










