Gera tunnilsinntak í Gásadali

Teir eru farnir undir at gera tunnilsinntakið, portalin, til Gásadalstunnilin Gásadalsmegin. Arbeiðið skal ætlandi vera liðugt í ár

Teir arbeiða við tunnilsinntakinum til Gásadalstunilin Gásadalsmegin. Arbeiðið skal verða liðugt í hesum árinum.
Tað eru ikki nógvir pengar eftir at arbeiða fyri hjá Landsverki. Men so mikið er kortini, at arbeitt verður av allari makt við at fáa tunnilsinntakið í Gásadali liðugt. Inntakið í Áardali Bíggjarmegin má bíða. Tað eru ikki pengar til tað í ár.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men við Sosialin fyrr í heyst segði hann, at arbeiðið upp á tunnilsinntakið i Gásadali fór at verða boðið út í ár. Og tað skuldi so ætlandi gerast líðugt áðrenn nýggjár. Meira rakk játtanin ikki til, segði stjórin á Landsverki tá.
Seinastu dagarnar hava menn arbeitt við at gera klárt at stoypa upp fyri tunnilsmunnan Gásadalsmegin. Og gongur, sum stjórin á Landsverki fyrr hevur ætlað, verður arbeiðið gjørt liðugt í hesum árinum.