Jólabygdin Æðuvík tendrar

Æðuvíkingar bjóða eplaskivur og gløgg undir haldinum, sum verður sunnukvøldið

Hugni

Seinastu árini hevur verið hugnaligt at rullað sær oman í bygdina í Æðuvík í jólamánaðinum. Húsini í vøkru bygdini eru øll upplýst við jólaperum av alskyns slagi, heilt úr túninum upp í skjølrarnar, og onkur flaggstong hevur eisini fingið síni ljós, heilt upp í sjálvan toppin.
Og æðuvíkingar vilja varðveita hesa "taditiónina" til gleði fyri bygdarfólkið og tey, sum vitja bygdina.
Aftur í ár fara æðuvíkingar at pynta.

Ljósini tendra

Komandi sunnudag, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður tendrað - og hetta verður júst klokkan 19.
Hornorkestrið fer at spæla og Árni Joensen, sum er borgarstjóri í Oyndarfirði, fer at halda røðu.
Í Æðuvík siga tey, at eplaskivur og gløggur verða at fáa undir tiltakinum.
- Vit ynskja øllum at vera hjartaliga vælkomin til Æðuvíkar, siga tey í syðstu bygdini í Runavíkar kommunu, sum nú fer at líkjast sær sjálvari í jólamánaðinum.