www.gota.fo er heimstaðurin hjá Gøtu kommunu á alnetinum. Ætlanin við heimasíðuni er at geva borgarunum í kommununi og øðrum áhugaðum, betri kunnleika um, hvat rørist í kommununi. Tað verið seg hvussu bygdaráðið og umsitingin er samansett, hvat bygdaráðið arbeiðir við o.s.fr..
Somuleiðis er ætlanin, at heimasíðan er staðið har lætt er at kunna seg um onnur kommununal viðurskifti, so sum hvar grundstykkir eru tøk, um alt frá barnaansing til eldrarøkt, vinnulív, o.a.m. Heimasíðan skal virka sum eitt hent amboð hjá øllum, sum hava áhuga fyri virkseminum í Gøtu kommunu.
Ætlanin er støðugt at menna og víðka um innihaldið á síðuni við nýggjum og viðkomandi tilfari.
Gøtu kommuna vónar, at heimasíðan kemur at verða til gagns hjá øllum borgarum og áhugaðum annars, og at hon kemur at fremja opinleika og økja kunnleikan til virksemið hjá kommununi.
Tað er Sansir, ið hevur sniðgivið og forritað heimasíðuna.