Hondbóltur
Við alsamt vaksandi sethúsatali í Hoyvíkarhaganum eru gróðrarlíkindini hjá H71 av teimum bestu. Og tað tykist eisini, sum er tað júst hendan sannroynd, sum hevur fingið leiðsluna í felagnum at arbeiða meira miðvíst og langskygt.
Í vetur hevði felagið kanska yngsta hópin av øllum í Atlantic Airways-deildini, og tó at liðið endaði aftast, so hevur hetta ikki broytt leistin í so máta.
Ein kundi kanska heldur freistast til at sagt tvørturímóti, tí útmeldingarnar eru púrasta greiðar, nú felagið hevur sett tveir av royndastu føroysku hondbóltsvenjarunum í starv.
- Spælararnir á 1. mansliði hjá H71 eru fyri tað mesta ungir hoyvíkingar, og hava teir flestu av teimum altíð spælt við H71. Endamálið við at fáa tveir teir royndastu venjararnar í landinum at verða høvuðsvenjarar hjá H71 er, at vit meta, at hetta er tað sum skal til fyri at okkara ungu og sera evnaríku leikarar mennast á rættan hátt.
Spennandi avbjóðing
Fyri tveir venjarar, sum hava fleiri gullmerki við Kyndli, og sum eisini eru venjarar hjá føroyska manslandsliðnum, kann tað líkjast einum stórum afturstigi, nú teir fara til botnproppin í fremstu mansdeildini. Men tað er nú ikki nakað, sum teir báðir venjararnir eru samdur í.
- Eg kalli hetta fyrst og fremst fyri eina spennandi avbjóðing, sum avgjørt inniheldur nøkur spennandi perspektiv. Fyrst og fremst, so tykist H71 at vera eitt væl skipað felag, har nevndin eisini hevur eina miðvísa ætlan við sínum arbeiði. Ikki minst tá tað ræður um at menna yngru spælararnar í felagnum, og hetta gleða vit okkum til, sigur Birgir Hansen.
H71 vann í fjør tvey meistaraheitið í yngru dreingjadeildunum, men vegurin til gullið í fremstu deildini er kortini langur. Og her og nú er tað ikki nakað, sum tosað verður hart um, sigur Birgir.
- Tosar tú um stigatalvuna, so er einki ítøkiligt mál sett. Sjálvandi vilja vit royna eftir teimum møguleikum, sum standa í boði, men fyrst og fremst verður setningurin at menna og skúla ungu spælararnar. Tí verður tað heldur ikki so, at vit fara at krevja nakran styrk til felagið á spælarasíðuni. Tá vit hava samráðst við felagið, hava vit fyrst og fremst lurtað eftir ynskjunum frá nevndini. Tí eru nýggir spælarar ikki aktuellir her og nú. Og í øllum forum vilja vit síggja teir spælarar, sum vit hava, fyrst, áðrenn vit hyggja aðrar vegir.
Saman við Kára Nielsen fer Birgir Hansen eisini framhaldandi at virka sum venjari hjá A-landsliðnum.