CIA-agentar skulu handtakast

Ákæruvaldið í Týsklandi krevur, at 13 agentar hjá amerikonsku fregnartænastuni skulu takast, tí teir burturfluttu ein týskan ríkisborgara.

Fyri skjótt fýra árum síðani burturfluttu amerikanskir agentar týska ríkisborgaran Khaled el Masri á markinum millum Serbia og Makedonia. Agentarnir, sum arbeiddu hjá fregnartænastuni CIA, fóru til Afghanistan við Masri. Amerikanararnir vildu vera við, at hann var yvirgangsmaður, og í fimm mánaðir sat Masri í einari fangalegu, har hann javnan bleiv avhoyrdur og illa viðfarin.

Tá Khaled el Masri loksins slapp aftur til Týsklands, vakti málið stóran ans, og mong undraðust á, at táverandi týska stjórnin ikki hevði gjørt meiri fyri at fáa hann úr amerikonsku fangaleguni. Onkur vildi vera við, at týskir agentar høvdu hjálp teimum amerikonsku.

Ákæruvaldið hevur kannað málið leingi, og í gjár bleiv kunngjørt, at 13 agentar hjá CIA eru eftirlýstir um allan heimin. Týska ákæruvaldið væntar kortini ikki, at USA fer at útflýggja teir, men hinvegfin er greitt, at seta teir fótin á týska jørð, verða teir tiknir og drignir fyri rættin, skrivar DPA.