Hann hevur verið millum mest umstríddu persónar í samfelagskjakinum í 2004. Sum formaður í Búskaparráðnum síðan 1999 hevur Hermann Oskarsson ikki fírt fyri at siga sína hjartans meining um føroyska búskapin, og tað hevur havt nógvar ákoyringar við sær.
Hermann hevur nú tikið avgerð um at siga seg úr starvinum sum formaður í Búskaparráðnum, men hann fæst ikki at siga, at mongu ákoyringarnar er høvuðsorsøkin til, at hann nú gevst sum formaður.
Við Dimmalætting hósdagin segði Hermann Oskarsson, at tað eru fleiri orsøkir til avgerðina.
?Tað er sum so ikki krevjandi bara at vera formaður, men tað er krevjandi alla tíðina at verða konfronteraður. Tað krevur nógva tíð og orku, segði hann við Dimmalætting.
Hermann Oskarsson varð valdur til skrivara í Búskaparráðnum 1. november 1997 og tvey ár seinni gjørdist hann formaður. Búskaparráðið er valt fyri trý ár í senn, og hetta er onnur setan hjá Hermanni Oskarsson sum formanni.
-páll