Rok um rækjur

Svenskir fiskimenn, sum fiska rækjur, eru í øðini, tí norðmenn senda nógvar rækjur á svenska marknaðin við tí úrsliti, at prísurin er fallin nógv.

Ein av teimum svensku fiskimonnunum sigur við norska blaðið VG, at norðmenn hava so mikið av rækjum eftir á egnum marknaði, at teir kunnu halda prísinum har uppi. Avlopið verður sent á svenska marknaðin fyri dumpingprís, sigur hann. Sambært blaðnum hevur tað havt við sær, at tær báðar fyrstu vikurnar í ár máttu svenskir fiskimenn blaka 13 tons av rækjum burtur, tí eingin vildi hava tær. Úrslitið er, at fleiri svenskir rækjubátar eru farnir á húsagang.

Men norðmenn halda ikki, at teir gera nakað skeivt. Ein talsmaður hjá einum útgerðarfelagi í Egersund sigur við VG, at sviar vilja fegnir hava norsku rækjurnar, sum tær eru betur enn tær svensku. Hann ásannar, at gongdin sjálvandi er óheppin fyri teir svensku rækjumenninar.