eru seks sjúkrabilar í økinum. Ein á Vágum, ein í Eysturoy, Ein í Sandoy og tríggir á Landssjúkrahúsinum. Fyri tveimum árum varð ein nýggjur keyptur til Eysturoynna. Sjúkrabilurin í Eysturoy koyrir rættiliga [...] eftir at skifta út, tann eini í Havn og tann í Sandoynni. Jógvan Jensen sigur, at tað góða við hesi útskiftingini er, at allir bilarnir eru ikki javngamlir og skulu tí heldur ikki skiftast út ísenn. [...] Hetta kundi ikki ganga í longdini. Tí tað er onki yvir at dylja, at sjúkrabilarin eru so gamlir og uppslitnir, at støðan er ikki ráðilig. Jógvan Jensen, leiðari á sjúkrabilatænastuni á Landssjúkrahúsinum
venjarin ikki gevur mær boð í kvøld, fari eg sjálvur at spyrja hann. Eg havi ferðaseðil heim aftur í morgin, so eg vil helst fáa boð í kvøld, um teir eru áhugaðir ella ikki, segði John Petersen í gjár. [...] segði John í gjár. B36-áleyparin hevur verið í Schweiz alla hesa vikuna og hevur vant regluliga við liðnum. Týsdagin var venjing tvær ferðir, mikudagin einaferð, hósdagin høvdu teir frí, og í gjárkvøldið [...] áhugaður, fer John Petersen við liðnum á venjingarlegu í Marokko. ? Eg tosaði við venjaran í gjár (hósdagin, blðm.), og tá segði hann, at hann framvegis ikki hevði tikið nakra avgerð, sigur John Petersen við
málinum. Fyrstu úrslitini í landskappingini og úrslitið í fjórðingsfinaluni í steypakappingini vóru ikki serliga hugalig at fara í altjóða fótbólt við, men sigurin í Gøtu setir meiri mót í teir. Og nú fáa teir [...] fylla út í sambandi við teirra heimavøll. So er spurningurin, um UEFA góðkennir vøllin í Hvalba, og um kekkiska felagið vil býta um. Tað vita vit ikki enn. Veruleikin er tann, at vit hava ikki enn fingið [...] fyrsta dagin. FSF hevur ikki gjørt av enn, nær dystirnir hjá VB móti ÍF og B36 skulu avgreiðast. Nýggjur maður Vágbingar hava síðani teir endaðu á fjórða plássinum í landskappingini í fjør arbeitt við Intertoto
ngar sum ein liður í at lækka kostnaðarstøðið í landinum. Men gongdin í búskapinum verður viðgjørd, og eingin ivi er um, at neyðugt er at hava eitt vaki eyga við búskapargongdini í løtuni. Tað er so mangt [...] nýtsluna í føroyska samfelagnum, og um so er, hvørjar? Í drúgva svari sínum sigur fíggjarmálaráðharrin, tá ið hann tekur saman um , at samanumtikið kann ein neyvan siga, at nýtslueftirspurningurin, sum í løtuni [...] løtuni sæst í innflutninginum av nýtsluvørum til húsarhaldið, er nakar trupulleiki fyri handilsjavnan ella gjaldsjavnan, sum støðan er í løtuni. Heldur ikki kann ein rokna við, at økti eftirspurningurin
um í Vági er steðgað fyribils Og tað av eini heilt serligari orsøk. Tí seinnapartin mikudagin komu teir fram á eina bumbu mitt í stykkinum, teir gróvu út. ?Eg visti av ongum fyrrenn hon kom undan í moldini [...] vítt kemur tað ikki óvæntað fyri vágbingar, at ein bumba liggur í haganum úti á Marknoyri í Vági. Tí eldri vágbingar minnast væl, tá ið bumban varð kastað. So frægt, sum vit hava fingið upplýst, var tað [...] ongin kann hava borið nakað so tungt niðan í hagan, har ongin vegur var. ? Hon var umleið ein hálvan metur undir. Hon stóð upp eftir enda við tí spíska endanum niður í jørðina. Bumban er stór, hon er máld til
hóast tað ikki var kærleiki við fyrsta eygnabrá, so giftast 23 ára gamla Kristina og 28 ára gamla Scott í dag í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tikin í tollinum Eftir at hava verið genta í húsi í eitt ár í USA, [...] hon aftur at vitja Scott. Men vitjanin skuldi bert vara í 3 mánaðar og hon hevði ikki visa. Kristina varð tikin til síðis í tollinum og hon var ikki sørt bangin, tí mangar eru søgurnar um, hvussu farið verður [...] um Kristina skuldi arbeiða og hon mátti lova, at hon ikki hevði ætlanir um at giftast. Kristina og Scott búgva í Tuscon, Arizona, og tað er ikki sørt, at hetta er rættiligt country umhvørvi, sum ein
lóggávuøki og hoyra rættuliga ikki heima í sáttmálasamráðingum. Javnaðarflokkurin stuðlar fakfeløgunum í teirra krøvum um at fáa lut í framgongdini. Tó hevur flokkurin ikki higartil vilja gjørt nakað, sum [...] fíggjarmálastýrið als ikki ført fyri at fara inn í samráðingar um hetta høvuðskrav Starvsmannafelagsins. Samanumtikið má staðfestast, at landsstýrið ikki hevur havt viljan at fara inn í veruligar samráðingar [...] er greitt, at politiski og fakligi parturin av arbeiðararørsluni ikki altíð eru fullsamd. Landsstýrið ikki livað upp til sína ábyrgd Í teimum samráðingum, sum higartil hava verið, tykist fíggjarmálastýrið
oddagreinsskrivarin ikki minnist, at í samgonguskjalinum, sum Javnaðarflokkurin undirskrivaði 10. september 1994 m.a. stendur: ? Broytingar í ríkisfelagskapsviðurskiftunum kunnu bara verða gjørdar í fullari semju [...] altráur eftir at sleppa upp í eina breiða semju saman við samgonguni at fremja loysing. Men Javnaðarflokkurin kann vera æviga forvissaður um, at Sambandsflokkurin fer ikki upp í handa bátin, tí Sambandsflokkurin [...] brot á samgonguavtaluna. Gamaní stakk Javnaðarflokkurin halan millum beinini í juni 1996 og rýmdi úr samgonguni. Seinast í september legði Javnaðarflokkurin sama uppskotið aftur fyri tingið, nú kallað:
Víkarbyrgi. Í tí kommunustýrinum átti Vágur tveir limir, hinar bygdirnar hvør sín. Í sambandi við føðingardagin verða onkur tiltøk í Vági, hóast nakað stórt gildið ikki ikki verður. Í gjár, í dag og í morgin [...] bjóðar Vágs Býráð innbodnum døgurða í VB húsinum. Gestir eru úr honum kommunum í oynni, umboð eru fyri báðar útlendsku vinarbýrnar, Nakskov í Danmark og Sandgerði í Íslandi. Harumframt eru gestir norðaneftir [...] útlitini fyri kommununi eru ikki so galin. Eftir gongdini higartil í ár fer 1,5 millión meiri at koma inn í skatti, enn kommunan hevði roknað við. Somuleiðis verður 1,1 millión í avlopi á fíggjarætlanini
rættiliga mong í tali. Túgvusteinur hevur verið í Suðuratlantshavinum síðan august mánaða í fjør, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er reiðari á teimum trimum skipunum, sum Partafelagið Thor í Hósvík eigur. [...] Gunnbjørn Joensen. Sáttmálarnir, sum gjørdir eru har suðuri eru galdandi eitt og tvey ár í senn. Tvey ár í Namibia og eitt ár í Suðurafrika. Við Túgvusteini eru vanliga 13 - 14 mans. Av hesum eru tríggir - fýra [...] fyri 4,75 milliónir krónur, men ikki endaliga yvirtikið enn. Gunnbjørn Joensen, reiðari, sigur, at teir hava góðar vónir til fiskiskapin har suðuri, hóast tað enn ikki hevur givið tað heilt stóra. Men