Landssjúkrahúsið fær tveir nýggjar sjúkrabilar í summar

Sjúkrabilarnir á Landsjúkrahúsinum hava verið í so ringum standi, at teir hava ikki verið nóg álítandi. Men nú kemur stór broyting í

­ Hetta kundi ikki ganga í longdini. Tí tað er onki yvir at dylja, at sjúkrabilarin eru so gamlir og uppslitnir, at støðan er ikki ráðilig.

Jógvan Jensen, leiðari á sjúkrabilatænastuni á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað leingi verið ein stórur trupulleiki, at sjúkrabilarnir eru so gamlir og uppslitnir.

Tað gav at bíta herfyri, tá ið tann eini sjúkrabilurin steðgaði upp, tí motorurin brendi saman, meðan han nvar á veg til Vestmannar í sjúkraørindum.

Men nú er ljós fyri stavn, tí í summar fær Landssjúkrahúsið tveir nýggjar sjúkrabilar.

Tann fyrri kom við Norrønu mikudagin og tann seinni kemur um nakrar fáar vikur.

Jógvan Jensen sigur, at hetta fer at bøta munandi um umstøðurnar hjá Sjúkrabilatænastunu.

Hann sigur, at trupulleikin er, at tað hevur ikki verið ráð til at keypa nýggjar sjúkrabilar nú í nógv ár, tí tað er so nógv spart á Landssjúkrahúsinum.

­ Í áttatiárunum var støðan øðrvísi, og tá fingu vit eisini fleiri nýggjar sjúkrabilar í eitt koyr.

­ Men so seig kreppan samanum og játtanin til Landssjúkrahúsið varð skorin inn á bein. Ein avleiðingin var, at nógvar íløgur til nýggj tól til Landssjúkrahúsið komu í drag.

Og ein av hesum íløgum var tann til nýggjar sjúkrabilar.

Men tað keðiliga var, at av tí, at so nógvir vórðu keyptir at kalla ísenn, blivu eisini allir gamlir ísenn, sigur Jógvan Jensen.

Hann sigur tó, at leiðalsan fyri Landssjúkrahúsið hevur ásannað trupulleikan og hevur tikið stig til at skifta bilarnar út.

Sjúkrabilaøkið hjá Landssjúkrahúsinum fevnir um Vágoy, Eysturoynna og Sandoynna, umframt um Streymoynna.

­ Tilsamans eru seks sjúkrabilar í økinum. Ein á Vágum, ein í Eysturoy, Ein í Sandoy og tríggir á Landssjúkrahúsinum.

Fyri tveimum árum varð ein nýggjur keyptur til Eysturoynna.

Sjúkrabilurin í Eysturoy koyrir rættiliga nógv, tí hóast hann ikki enn er meiri enn tvey ár og fýra mánaðir gamal, hevur hann longu koyrt 150.000 km. Tað er væl yvir 5.000 km. um mánaðin.

Í fjør varð eisini ein sjúkrabilur keyptur, hann var til sitandi sjúkraflutning, sum er ein rættiliga stórur partur av flutninginum m.a. á og av flogvøllinum og hann stendur í Vágum.

Og nú í summar koma so tvier sjúkrabilar afturat og teir koma báðir á Landssjúkrahúsið.

Ein bilur er keyptur úr Svøríki, og hóast hann er brúktur, er hann í fínasta standi. Hann kostaði 110.000 krónur og kom til Føroyar við Norrønu mikudagin.

Tann seinni bilurin er ein spildurnýggjur, sum er bílagdur úr Íslandi og hann kemur um nakrar fáar vikur, hann kostar 600.000 krónur.

Tá i hesir báðir bilarnir eru komnir, eru tveir eftir at skifta út, tann eini í Havn og tann í Sandoynni.

Jógvan Jensen sigur, at tað góða við hesi útskiftingini er, at allir bilarnir eru ikki javngamlir og skulu tí heldur ikki skiftast út ísenn.