Tað er sama gamla søgan, the same old story. Kristina Nordendal fór til USA sum genta í húsi. Konan í húsinum metti, at hon átti at funnið sær vinfólk, og grannakonan hevði ein son, so tað hóskaði so væl.
Kristina fór so á eina ølstovu, har grannasonurin spældi og sang, og soleiðis hitti hon countrysangaran Scott Lowell Sind. Hetta eru nú 3 ár síðani, og hóast tað ikki var kærleiki við fyrsta eygnabrá, so giftast 23 ára gamla Kristina og 28 ára gamla Scott í dag í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Tikin í tollinum
Eftir at hava verið genta í húsi í eitt ár í USA, vendi Kristina aftur til Føroya, men 5 mánaðir seinni fór hon aftur at vitja Scott.
Men vitjanin skuldi bert vara í 3 mánaðar og hon hevði ikki visa. Kristina varð tikin til síðis í tollinum og hon var ikki sørt bangin, tí mangar eru søgurnar um, hvussu farið verður við teimum, ið koma soleiðis fyri.
Tollararnir vóru heldur harðir og ein kona setti allar møguligar spurningar, t.d. um Kristina skuldi arbeiða og hon mátti lova, at hon ikki hevði ætlanir um at giftast.
Kristina og Scott búgva í Tuscon, Arizona, og tað er ikki sørt, at hetta er rættiligt country umhvørvi, sum ein føroyingur hugsar sær tað.
- Jú, har er nakað av tí dáminum, har er bert og oyði, men ikki so oyði, sum eg hevði hugsað mær tað. Har er hóast alt grønt og sera vakurt, heldur Kristina.
A song for Kristina
Scott er ungur countrysangari, ið er ávegis frameftir. Hann skrivar sjálvur orð og løg og stílurin er av onkrum róptur innanhokin og fabulerandi og ber brá av Eagles, Little Feat og onkutíð eisini The Beatles.
Innihaldsliga merkist árin frá sangarum, ið ganga undir heitinum "singers/songwriters", og sum aloftast siga frá søgum í sínum sangum. Nevnast kunnu Neil Young, Harry Chapin og John Denver og hetta siðbundnað tónleikaslag hevur góðar dagar í USA við Bruce Springsteen á odda.
Eisini verður hann mettur at vera ávirkaður av klassiskum rocki, har vit millum onnur finna Led Zeppelin og Pink Floyd.
Scott hevur tvær fløguútgávur á baki. Á nýggjastu fløgu hansara, Back Roads, verður hann sagdur at minna um Springsteen og Kris Kristoffersen í skrivihátti. Og tað er eisini á nýggjastu fløguni, at vit finna sangin til brúðrina á Toftum, A song for Kristina.
Aðrir sangir, ið prógva dygdir hansara at skriva góðar, tíðarleysar sangir, eru "Chevrolet and James Dean" og "Summer of 61". Ein av sangum hansara lá eitt skifti væl fyri á listunum í Fraklandi.
Og hvør veit, kanska skrivar hann ein sang, nú Summarið 99, um amerikumannin úr karga Tuscon, ið fann sær toftagentu og giftist henni á klettunum í Atlantshavi.
Í dag giftast Kristina og Scott í Fríðrikskirkjuni á Toftum.