Í oddagrein týsdagin skrivar Sosialurin: ?Tað var meðan Edmund Joensen var løgmaður, at málið um framtíðarstøðu Føroya var á skránni fyrstu ferð. Tjóðveldisflokkurin legði málið fyri tingið. Undir viðgerðini kom eitt broytingaruppskot frá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd, sum skuldi greina ríkisrættarligu viðurskiftini.
Við hond og fót stríddust sambandsmenn ímóti, tí ríkisrættarligu viðurskiftini skuldu ikki nertast. Løgmaður setti samgonguflokkuunum (Javnaðarflokkurin var ein teirra) stólin fyri hurðina, at var málið nortið varð samgonguslit.?
Tað er júst ein mánaður síðani Sosialurin á sama stað brigslaði Sambandsflokkinum at hava lagt veto móti uppskoti Javnaðarfloksins um at seta eina stjórnmálanevnd.
Nú kann tað vera, at oddagreinsskrivarin ikki minnist, at í samgonguskjalinum, sum Javnaðarflokkurin undirskrivaði 10. september 1994 m.a. stendur: ? Broytingar í ríkisfelagskapsviðurskiftunum kunnu bara verða gjørdar í fullari semju millum samgonguflokkarnar.? Javnaðarflokkurin legði undir viðgerðini av tjóðveldisuppskotinum, Framtíðarstøða Føroya, fram uppskot um at seta nevnd sambært § 27 í Tingskipanini at fyrireika viðgerð av statsrættarligu støðu Føroya. Hetta var gjørt uttan at talað var orð við samstarvsflokkarnar. Sostatt var hetta greitt brot á samgonguavtaluna.
Gamaní stakk Javnaðarflokkurin halan millum beinini í juni 1996 og rýmdi úr samgonguni. Seinast í september legði Javnaðarflokkurin sama uppskotið aftur fyri tingið, nú kallað: Fyrireiking til setan av stjórnmálanevnd. Eitt visti Javnaðarflokkurin, ið hvussu so er, og tað var, at Sambandsflokkurin fór ikki at taka undir við einum slíkum uppskoti.
Tað var eisini ein grov provokatión móti Sambandsflokkinum at seta slíkt uppskot fram og fáa tað samtykt saman við andstøðuflokkunum, meðan Sambandsflokkurin sat við leiðsluni av landsstýrinum, og tað er upp aftur grovari ferð aftan á ferð at brigsla Sambandsflokkinum, at hann ikki tók undir við einum loysingaruppskoti frá Javnaðarflokkinum.
Tá ið Javnaðarflokkurin fyri einum ári síðani legði fram uppskot fyri løgtingið um at seta eina stjórnarskipanarnevnd, sum skuldi kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya, tók Sambandsflokkurin undir við uppskotinum av fullum huga, tí tað uppskotið hevði tann fyrimun, at tað læt allar møguligar loysnir standa opnar. Tað var ikki sum hini, har endaúrslitið var givið upp á forhond.
Oddagreinin endar við at siga, at Sambandsflokkurin nú er komin við sínum Nýskipanaruppskoti um dagføring av heimastýrisskipanini, og ?Samgongan eigur at leggja sær hetta í geyma - og heldur royna at finna eina breiða semju - sum fær Javnaðarflokkin, Miðflokkin og kanska enntá Sambandsflokkin við.?
Tann alráðandi politikkurin hjá samgonguni er at fáa fullveldi. Eftir øllum at døma er Javnaðarflokkurin altráur eftir at sleppa upp í eina breiða semju saman við samgonguni at fremja loysing. Men Javnaðarflokkurin kann vera æviga forvissaður um, at Sambandsflokkurin fer ikki upp í handa bátin, tí Sambandsflokkurin heldur fast við at varðveita ríkisfelagsskapin og at varðveita vælferðarsamfelagið.
Sambandsflokkurin hevði annars væntað, at Javnaðarflokkurin meinti tað, tá ið hann hevur sagt, at hann ynskir at varðveita ríkisfelagsskapin, men nú letur til, at tað eru tær beru lótir.
Eilif Samuelsen