Í morgin fyllir Vágsbygd runt -90 ár.
Tað var 4. oktober 1907, at Vágur, tók seg burturúr teirri stórkommununi, sum tá varð, og skipaði seg í sjálvstøðuga kommunu.
Í stórkommununi vóru Fámjin, Vágur, Porkeri og Sumba, saman við Lopra, økrum og Víkarbyrgi.
Í tí kommunustýrinum átti Vágur tveir limir, hinar bygdirnar hvør sín.
Í sambandi við føðingardagin verða onkur tiltøk í Vági, hóast nakað stórt gildið ikki ikki verður.
Í gjár, í dag og í morgin eru ymsar framsýningar. Bókasavnið hevur framsýning av gomlum myndum, o.ø. Fornminnisfelagið og Skálin við Skála hava hvør sína framsýning í Gamla Skúla. Fornminnisfelagið við ymsum gomlum lutum, savnaðir eru- og tað er ikki so lítið, og Skálin við málningum.
Úti á Polarfrost stendur ein fullriggaður grindabátur og við bryggjuna liggur Johanna, og har sleppur almenningurin umborð.
Og vesturi á Gørðunum verður høvið hjá fólki at síggja nýggja ullavirkið, sum er komið rættiliga langt áleiðis nú.
Framsýningarnar eru opnar í dag frá klokkan 17 til klokkan 20, og í morgin, sjálvan føðingardagin frá klokkan 13 -15.
Fólk, sum fara á framsýningarnar fáa ein kaffimunn og ein kakubita.
Landskappingardysturin í fyrstu deild ímillum VB og NSÍ er samstundis gjørdur til steypadyst
Leygarkvøldið bjóðar Vágs Býráð innbodnum døgurða í VB húsinum.
Gestir eru úr honum kommunum í oynni, umboð eru fyri báðar útlendsku vinarbýrnar, Nakskov í Danmark og Sandgerði í Íslandi.
Harumframt eru gestir norðaneftir, umframt umboð fyri tey feløg og felagsskapir sum eru í Vági fólk, sum umboða Vág í ymsum nevndum og starvsfólk hjá kommununi
Tilsamans fara 220 fólk til døgverða.
Neyvan 100 ár
Jógvan Krosslá sigur, at teir avgjørdu at gera okkurt smátt burturúr føðingardegnum, nú kommunan fyllir 90.
Vit vita, at rákið gongur tann vegin, at kommunur skulu leggja saman. So tað er eitt stórt ivamál, sum nakað verður, sum eitur Vágs kommuna, tá ið hon hevði fylt 100 ár í 2007.
Eisini er Poul Andreasen farin í holt við eina bók sum søgu Vágs Kommunu. Men hon kemur ikki út fyrrenn seint komandi ár.
Kommunan yvirskot
Annars heldur Jógvan Krosslá, at útlitini fyri kommununi eru ikki so galin.
Eftir gongdini higartil í ár fer 1,5 millión meiri at koma inn í skatti, enn kommunan hevði roknað við.
Somuleiðis verður 1,1 millión í avlopi á fíggjarætlanini fyri 1998.
Jógvan Krosslá sigur, at roknað verður við, at 23 milliónir koma inn í kommunuskatti komandi ár.
Tað er heldur meir enn í ár.
Fíggjarliga gongdin ber í sær, at Vágs Kommuna er sloppin burturúr kreppulánsgrunninum.
Avlopið verður brúkt at betala rentur og avdrátt. Við árslok verður nettoskuldin 81 milliónir.
Tá ið hon var mest, var hon 90 milliónir.
So leingi hugburðurin er, sum hann er nú, óttist eg ikki framtíðina.
Fólk eru sinnað at verða verandi í Vági, og tað er positivt, sigur Jógvan Krosslá.









