Arbeiðið at grava út fyri eldrasambýlinum í Vági er steðgað fyribils
Og tað av eini heilt serligari orsøk.
Tí seinnapartin mikudagin komu teir fram á eina bumbu mitt í stykkinum, teir gróvu út.
?Eg visti av ongum fyrrenn hon kom undan í moldini, sigur Martin Dalá, sum koyrdi maskinuna, ið gróv stykkið út.
Hann sigur, at hann hvakk við, tí hann varnaðist beinanvegin, at hetta mátti vera ein bumba.
? Tað var so stórt og ógvusligt, at tað kundi bara vera dottið niður úr luftini, tí ongin kann hava borið nakað so tungt niðan í hagan, har ongin vegur var.
? Hon var umleið ein hálvan metur undir. Hon stóð upp eftir enda við tí spíska endanum niður í jørðina.
Bumban er stór, hon er máld til at vera 113 cm long og 35 cm í diametur og hon er mett at viga ikki minni enn 150 kilo.
Har var onki at gera uttan at steðga útgrevstrinum beinanvegin og at boða løgregluni frá.
Løgreglan hevur nú byrgt økið av og stendur vakt uppi yvir henni, so at ongin skal koma ov nær.
Marinustøðin kannar málið
Marinustøðin hevur fingið boð um bumbuna og nú hevur manningin har yvirtikið málið
Fólk frá marinustøðini fór til Vágs í gjár at kanna bumbuna, og áðrenn tað er gjørt, er óvist, hvat teir gera við hana.
Tað er ivasamt um hon verður sprongd, tí hús standa ov tætt við.
Møguliga verður bumban skrúva sundur á staðnum so ongin vandi stendst av henni.
Á marinustøðini vænta teir, at teir kunnu loysa málið við tí fólki, sum teir hava í landinum.
Men møguliga verður neyðugt at fáa bumbuserfrøðingar niðri frá.
Men nær arbeiðið uppá eldrasambýlið kann verða tikið uppaftur er tískil enn óvist.
Ikki óvæntað
Fyri so vítt kemur tað ikki óvæntað fyri vágbingar, at ein bumba liggur í haganum úti á Marknoyri í Vági.
Tí eldri vágbingar minnast væl, tá ið bumban varð kastað.
So frægt, sum vit hava fingið upplýst, var tað 2. juni 1942, at ein týskur bumbuflúgvari fleyg inn yvir Vág og slepti fýra bumbum.
Tær duttu allar niður í haganum úti á Marknoyri, uttanfyri bygdina. Men tað hoyrdust bara tríggir brestir.
Síðani hava vágbingar mangan hugsað um, hvat mundi blíva av teirri seinastu bumbuni.
Men tað vita teir so nú...
Ikki røra
Bumban, sum vágbingar funnu mikudagin, sigur okkum, at tað enn kunnu liggja ótespiligar leivdir frá krígnum ymsastaðni.
Men hóast tað er sagt so ofta, er tað vert at endurtaka, at finna fólk nakað, sum kundi líkist eini bumbu, ella onkrum øðrum, sum kann spreingjast, heitir marinustøðin staðiliga á tey um ikki at røra tað, men at boða løgregluni frá sum skjótast. Tað er avgjørt ikki ráðiligt, at ókunnug fólk fara sjálvi at fonglast við slíkar lutir, tí tað er at seta seg sjálvan, og kanska onnur, í beinleiðis lívsvanda.