nógv meira at siga um Heina, tí hóast hann er óbroyttur, er hann væl verdur at lurta eftir, og heldur verandi gongd fram, verður hann eisini verdur at lurta eftir í næsta ár Um tú heldur, at tú kennir orðini [...] serliga kvinnurnar at leita sær í Kelduna. Í dag er tað eldru fólkini, sum dáma betri at sita niðri og lurta at tónleiki, so fólk vóru munandi fleiri á loftinum, har tað ber til at sita niðri. Í gjár var [...] sama spori, men eftir øllum at døma er onki galið við tí, tí bara Jeremy Camp hevur haft størri áskoðarafjøld á Fjarðafestivalinum í ár. Einasti eyðsýndi munurin á fjøldunum er, at Jeremy Camp fekk yngru fólkini
koma við uppskoti um at játta pening úr ymsum grunnum í Granskingargrunnin. Hin arbeiðsbólkurin skal koma við uppskoti um at broyta lógina um granskingargrunnin, soleiðis at til ber at søkja meira breitt [...] leiklutur at samskipa arbeiðið og at tryggja, at samtyktir í Vísindaráðnum verða settar í verk. Mentamálaráðið, Granskingarráðið, Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið eru biðin um at tilnevna [...] heimasíðuni, at løgmaður, ið er formaður í Vísindaráðnum, mælti á fyrsta fundi hjá ráðnum í november 2008 til at leggja munandi upphæddir í ein granskingar- og vakstrargrunn, helst við at umskipa nakrar
»ved grov kådhed eller på anden lignende vis« at hava »bragt personer i overhængende fare«, í øðrum lagi at hava framt hóttanir eftir lívinum og í triðja lagi at hava framt grovt herverk. Maðurin kundi viðurkenna [...] maðurin varð avhoyrdur og greiddi frá tí, sum hendi, men legði stóran dent á, at ætlanin ongantíð var at ræða nakran, bert at ørðkymlað eigaran av bilinum, sum hann kendi og hevði eina ósemju við. Skuldsetti [...] dómarinn kortini av at leingja handtøkuna, fyri at løgreglan kundi fáa gjørt tær teknisku kanningarnar av vandaseminum í hendingini. Tað kemur ein teknikar úr Danmarki til Føroya í morgin at gera.
samvitsku av, sigur hann. Hann heldur, at heilsuátøk hjá myndugleikunum kunnu hótta eydnuna hjá fólki. - Vandin er, um myndugleikar royna at noyða fólk at liva sunnari fyri at liva eitt sindur longri ella eitt [...] hvat er sunt, og hvat er ósunt. Vit vita, at vit kanska áttu at eti minni og sunnari, drukkið minni og íðka meira ítrótt, men hóast tað vilja vit av og á at verða ósunn, tí tað ger okkum lukkuligari, [...] eitt sunnari. Verða fólk noydd til at gevast at eta gott við hvørt, drekka eitt glas av víni til matin ella eina øl saman við vinum, so verða vit bara minni lukkulig. Eg haldi fólk skulu brúka skilið, men
bara, at skúlin hevur verið alt ov lítið prioriteraður, og ger tað eisini truplari fyri lærararnar sum eru at megna at gera eina góða undirvísing, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur eisini, at tað er [...] sigur Hallur Ellingsgaard. Sum er harmur um, at ikki meira undirvísingar tilfar er til náttúru og tøkni. Mangla 100 milliónir Helena Dam á Neystabø greiðir frá, at hon kennir til stóra trupulleikan við un [...] er serstakliga óheppið, at so lítið av alis- og evnafrøði er í bókini hjá sætta flokki, tí hetta avmarkar lærugreinina so nógv, um lærararnir ikki sjálvir fara aktivt inn, at finna alternativt undirví
flokkur, og mettu at hetta býti tryggjaði eina góða innanhýsis javnvág. Javnvágin í einum møguligum framhaldandi samarbeiði er skeiklað so markant, at eg og mong við mær hava ilt við at síggja nakra rímiligheit [...] rímiligheit í at halda fram uttan at Tjóðveldi fær tryggjað sær eina munandi betri balanseraða støðu mótvegis Javnaðarflokkinum og borgarstjóranum. Hann blúgvaðist ikki við at taka sær heiðurin av øllum framdum [...] landsfundinum í huga, eigur Tjóðveldi í Tórshavnar býráð at taka time-out í samgongusamráðingunum og umhugsa støðuna av nýggjum. Veruleikin er, at stóru frambrotini eru hend grundað á politikkin hjá Tjóðveldi
vera, at sonurin verður nýggjur floksleiðari. Tíðarritið Newsweek vil vera við, at Benazir navngevir sonin Bilawal, men leggur aftrat, at hjúnarfelagi hennara, Asif Zardari, verður eitt slag at hjálpara [...] Asif Zardari sagt, at Benazir hevur lagt eina ætlan um, hvussu hon ynskir, at flokkurin skal rekast víðari, um henni barst okkurt fyri. - Tað verður upp til testamentið og flokkin at avgera, hvør framtíðin [...] eina pakistanska sjónvarpsstøð, vil vera við, at í testamentinum eftir Benazir er sonur hennara navngivin sum nýggjur floksleiðari. PPP-flokkurin fer í dag at halda fund, har støða skal takast til, um flokkurin
veldst um, hvussu roknað verður. Tað, at vit ikki eru slopnir at fiska, og tað, at vit ikki hava fingið arbeitt fiskin undan, tá vit hava havt hann, hevur gjørt, at vit ikki hava kunnað levera vøruna sum [...] virðir, deils ikki sleppa at fiska og deils ikki fáa fiskin arbeiddan, tá vit hava hann, so má tað blíva tungt, sigur hann Seinasta ár var sera tungt hjá Faroe Seafood, so tungt, at talan verður um stórt undirskot [...] smeitur, sigur Meinhard Jacobsen. Hann veit tó, at verkfallið einaferð verður av. Verri er við broytingunum í útlendingalógini, sum hann nú hevur avskrivað at fáa gjørt nakað við. Skaðin er langt síðani hendur
báðir skaddir. Alvaro Arbeloa verður væntandi at síggja í miðverjuni. Gamlir kenningar Emile Heskey kann møguliga náa at blíva nóg frískur til at sleppa at spæla á Anfield aftur, har hann higartil nýtti [...] sína bestu tíð í karrieruni. Serliga var tað í 2000/2001, at Heskey skaraði framúr, og var tað góða samstarvið við Michael Owen, ið tá endaði við at vinna honum nærum fastan sess á enska landsliðnum. Heskey [...] Liverpool frá Coventry, men megnaði ongantíð veruliga at vinna seg fram, og hevur verið leigaður út fyri tað mesta. Summarið 2006 valdu Wigan so at keypa unga enska málmannin, og har hevur hann veruliga
í størri mun at verða knýtt at íverksetan við stuðli og ráðgeving frá tí almenna. Tónleikurin skal hava størri rúm á fíggjarlógini, tí eg meti, at hetta er ein vinna sum í framtíðini fer at hava við sær [...] sær til Føroyar. Fleiri spælistøð Tað fyrsta, vit eiga at gera fyri tónleikin, er at optimera karmarnar í Føroyum. Vit eiga á kommunalum stigi at gera karmarnar so góðar sum gjørligt. Tað er neyðugt við [...] Tað sær út til, at tað alsamt legst til við góðum tónleikanøvnum, og tað er ótrúligt, tá vit hugsa um fólkatalið í Føroyum. Tað er ongin ivi um, at vit síggja spírar til eina nýggja týðandi vinnu í Føroyum