Liverpool hava Peter Crouch kláran aftaná tríggjar dystir við leikbanni, men verjuspælararnar Sami Hyypiä og danin Daniel Agger er báðir skaddir.
Alvaro Arbeloa verður væntandi at síggja í miðverjuni.
Gamlir kenningar
Emile Heskey kann møguliga náa at blíva nóg frískur til at sleppa at spæla á Anfield aftur, har hann higartil nýtti sína bestu tíð í karrieruni. Serliga var tað í 2000/2001, at Heskey skaraði framúr, og var tað góða samstarvið við Michael Owen, ið tá endaði við at vinna honum nærum fastan sess á enska landsliðnum. Heskey hevur drigist við skaða í fótliðinum.
Eisini Chris Kirkland er eitt kent andlit á Anfield. Hann var keyptur til Liverpool frá Coventry, men megnaði ongantíð veruliga at vinna seg fram, og hevur verið leigaður út fyri tað mesta. Summarið 2006 valdu Wigan so at keypa unga enska málmannin, og har hevur hann veruliga fingið kjansin.
Anelka ávegis til London?
Skal man trúgva enskum miðlum, so sigst Nicolas Anelka vera ávegis til London og Chelsea. Hann sigst hava hug at spæla á hægri støði (Champions League blaðm.) og Chelsea hava óivað stórliga brúk fyri einum sterkum málrevi afturat, nú Drogba hevur verið vekk eina tíð.
Um Anelka fer ella hvat hann ger, so fær Bolton vitjan av Derby, ið er absolutti botnproppurin í Premier League. So sigast má at høvið er gylt hjá Anelka at siga eitt orduligt farvæl, heima á Rebook Stadium.
Dystirnar í kvøld eru:
Blackburn-Sunderland
Bolton-Derby
Liverpool-Wigan
Middlesbrough-Manchester City