Verður sonur Benazir nýggjur floksleiðari?

Tað er ikki óhugsandi, at 19 ára gamli sonur Benazir Bhutto verður nýggjur leiðari í PPP-flokkinum í Pakistan. Hetta verður helst gjørt av á fundi í dag Sonur Benazir Bhutto, Bilawal Zardari, sum er 19 ára gamal, kann gerast nýggjur leiðari í PPP. Tíðarritið Time, sum eitt nú endurgevur eina pakistanska sjónvarpsstøð, vil vera við, at í testamentinum eftir Benazir er sonur hennara navngivin sum nýggjur floksleiðari.

PPP-flokkurin fer í dag at halda fund, har støða skal takast til, um flokkurin skal stilla upp til valið í Pakistan januar. Á fundinum verður testamentið hjá Benazir lisið upp, har ynski hennara sigst vera, at sonurin verður nýggjur floksleiðari.

Tíðarritið Newsweek vil vera við, at Benazir navngevir sonin Bilawal, men leggur aftrat, at hjúnarfelagi hennara, Asif Zardari, verður eitt slag at hjálpara, til sonurin verður nakað eldri.

Sambært BBC hevur Asif Zardari sagt, at Benazir hevur lagt eina ætlan um, hvussu hon ynskir, at flokkurin skal rekast víðari, um henni barst okkurt fyri.

- Tað verður upp til testamentið og flokkin at avgera, hvør framtíðin verður, segði Asif Zardari við BBC.

Verður Bilawal valdur til floksleiðara, verður hann hin triði í røðini eftir abban, Zulfikar Ali Bhutto og mammu sína, Benazir Bhutto.

Hin 19 ára gamli Bilawall Zardari lesur á Oxford-universitetinum í Bretlandi.

Sambært The Sunday Times verður Bilawal Zardari neyvan nýggjur floksleiðari, tí pakistansk lóg sigur, at valevni skulu verða fylt 25 ár.