- Vilja vit liva lukkuliga, so mugu vit eisini góðtaka, at vit ikki liva so leingi, sum vit kundu, sigur granskarin Christian Bjørnskov við Rás2.
Fólkasløg, sum liva ósunt, liva styttri, men tey eru lukkuligari.
Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum Christian Bjørnskov, lektari á Handilsháskúlanum í Århus, hevur gjørt.
- Vit hava nógvar vanar, sum eru ósunnir, og samstundis sum teir gera okkum lukkuligari. Men vilja vit liva lukkuliga, so mugu vit eisini góðtaka, at vit ikki liva so leingi, sum vit kundu, sigur Christian Bjørnskov við Rás2.
- Føroyingar, danir, íslendingar og fólk annars í okkara parti av heiminum vita nøkunlunda, hvat er sunt, og hvat er ósunt. Vit vita, at vit kanska áttu at eti minni og sunnari, drukkið minni og íðka meira ítrótt, men hóast tað vilja vit av og á at verða ósunn, tí tað ger okkum lukkuligari, og tað skulu vit ikki hava ringa samvitsku av, sigur hann.
Hann heldur, at heilsuátøk hjá myndugleikunum kunnu hótta eydnuna hjá fólki.
- Vandin er, um myndugleikar royna at noyða fólk at liva sunnari fyri at liva eitt sindur longri ella eitt sunnari. Verða fólk noydd til at gevast at eta gott við hvørt, drekka eitt glas av víni til matin ella eina øl saman við vinum, so verða vit bara minni lukkulig. Eg haldi fólk skulu brúka skilið, men eisini loyvir sær tær smáu gleðirnar í gerandisdegnum, sigur Christian Bjørnskov.










