Tað sær út til, at tað alsamt legst til við góðum tónleikanøvnum, og tað er ótrúligt, tá vit hugsa um fólkatalið í Føroyum. Tað er ongin ivi um, at vit síggja spírar til eina nýggja týðandi vinnu í Føroyum, og við skynsemi og politiskari vælvild kann tónleikurin gerast ein stór útflutningsvøra hjá Føroyum í framtíðini. Tónleikurin er ein góður ambassadørur fyri Føroyar og tónleikurin er ein góð marknaðarføring av Føroyum, sum kann økja áhugan fyri Føroyum í altjóða heiminum. Hetta vil viðføra fleiri ferðafólk, ið leita sær til Føroyar.
Fleiri spælistøð
Tað fyrsta, vit eiga at gera fyri tónleikin, er at optimera karmarnar í Føroyum. Vit eiga á kommunalum stigi at gera karmarnar so góðar sum gjørligt. Tað er neyðugt við fleiri spælistøðum til tónleikararnar, soleiðis at teir í fyrsta umfari kunnu menna seg í einum heimligum umhvørvi.
Tað heimliga tónleikaumhvørvið er tó ikki nokk. Um tónleikalistin skal menna seg í altjóða høpi, mugu tónleikararnir út á altjóða tónleikapallin. Tónleikur er ein kreativ vinna og eigur tí í størri mun at verða knýtt at íverksetan við stuðli og ráðgeving frá tí almenna. Tónleikurin skal hava størri rúm á fíggjarlógini, tí eg meti, at hetta er ein vinna sum í framtíðini fer at hava við sær ein stóran búskaparligan vøkstur til gagns fyri alt Føroya land. Franski mentamálaráðharrin, Jacque Lang segði, at fyri hvønn frank tú leggur sum íløgu í mentanina, herundir tónleikin, fært tú hann 4-5 faldaðan aftur.