Neyðugt við time-out

Floksformaðurin Javnaðarfloksins hevur á landsfundi í vikuskiftinum boðað frá, at flokkurin hevur ikki álit á Tjóðveldi og hvørki kann ella vil samstarva við flokkin

Javnaðarflokkurin førir seg eisini fram á landsfundinum við einsamallur at taka sær allan heiðurin av teimum glæsiligu úrslitum, sum vit hildu okkum fáa í felag í Tórshavnar býráð í farna valskeiði.

 

Við hesum og niðrandi umrøðu Javnaðarfloksins av okkara flokki á landsfundinum í huga, eigur Tjóðveldi í Tórshavnar býráð at taka time-out í samgongusamráðingunum og umhugsa støðuna av nýggjum.

 

Veruleikin er, at stóru frambrotini eru hend grundað á politikkin hjá Tjóðveldi og tað seriøsa politiska arbeiðið, sum flokkurin hevur staðið fyri. Men Javnaðarflokkurin skoraði valsigurin á býráðsvalinum og gjørdist størsti flokkur.

 

Vit lótu Javnaðarflokkinum leiðsluna í farandi valskeiði, hóast vit vóru størsti flokkur, og mettu at hetta býti tryggjaði eina góða innanhýsis javnvág.

 

Javnvágin í einum møguligum framhaldandi samarbeiði er skeiklað so markant, at eg og mong við mær hava ilt við at síggja nakra rímiligheit í at halda fram uttan at Tjóðveldi fær tryggjað sær eina munandi betri balanseraða støðu mótvegis Javnaðarflokkinum og borgarstjóranum.

 

Hann blúgvaðist ikki við at taka sær heiðurin av øllum framdum avrikum undan valinum, og eftir valið kvitterar hansara floksformaður við mest niðrandi umtalu, sum nakar floksformaður hevur givið politiskum samstarvsfeløgum í mannaminni.

 

Tí hóvar tað mær ikki væl at fara í samgongu aftur við Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð undir teimum treytum, sum í løtuni liggja í kortunum, og eg mæli mínum floksfeløgum í til at taka samstarvið við Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð upp til nýggja umhugsan.