2007 tungt ár hjá Fiskavirking

Tá vit deils mugu avskriva óvirkin virðir, deils ikki sleppa at fiska og deils ikki fáa fiskin arbeiddan, tá vit hava hann, so má tað blíva tungt, sigur hann Seinasta ár var sera tungt hjá Faroe Seafood, so tungt, at talan verður um stórt undirskot. Hvussu stórt veldst um, hvussu roknað verður.

Tað, at vit ikki eru slopnir at fiska, og tað, at vit ikki hava fingið arbeitt fiskin undan, tá vit hava havt hann, hevur gjørt, at vit ikki hava kunnað levera vøruna sum avtalað. Og tað kostar sjálvandi, eisini í avskrivingum á óvirknum virðum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood.

Men við nýggju partrolarunum, sum komu til landið stutt undan jólum, hevði fyritøkan kortini rímiliga góðar vónir fyri árið í ár. Hetta var tó alt forkomið, tá Fiskimannafelagið fór í verkfall.

Hetta er sum at fáa vátan vøtt um andlitið. Júst hendan tíðin er so ógvuliga góð til fiskiskap, og harvið eisini góð fyri skip og manning og hartil eisini virkir. Men hesum verður ongum av, og tað er dyggur smeitur, sigur Meinhard Jacobsen.

Hann veit tó, at verkfallið einaferð verður av. Verri er við broytingunum í útlendingalógini, sum hann nú hevur avskrivað at fáa gjørt nakað við.

Skaðin er langt síðani hendur í okkara vinnu, og tað hevur kostað okkum nógvan pening. Tað finst eingin politiskur vilji til at loysa trupulleikan. Og tað skal undra meg stórliga, um føroyingar fara at merkja nakran búskaparligan vøkstur í ár, sigur ein dapurtskygdur Meinhard Jacobsen.