Náttúra og tøkni hevur bert tríggjar føroyskar bøkur at halda seg til, til tey trý árini næmingarnir hava náttúru og tøkni. Høvundurin av teimum báðum fyrru bókunum, er ikki sjálvur nøgdur við tilfarið sum er.
- Tann fyrsta bókin var gjørd í skundi. Tann næsta er ov tung og tann triðja hevur so gott sum ikki alis- og evnafrøði. Og tað sæst kanska eisini aftur hjá børnunum í sætta flokki, sum klára seg illa, júst í alis- og evnafrøði partinum, sigur Hallur Ellingsgaard. Sum er harmur um, at ikki meira undirvísingar tilfar er til náttúru og tøkni.
Mangla 100 milliónir
Helena Dam á Neystabø greiðir frá, at hon kennir til stóra trupulleikan við undirvísingartilfarið til alt skúlaverkið.
- Eg havi roknað tað út, og tað mangla umleið fyri 100 milliónir í undirvísingartilfarið til fólkaskúlan. Tað vísi bara, at skúlin hevur verið alt ov lítið prioriteraður, og ger tað eisini truplari fyri lærararnar sum eru at megna at gera eina góða undirvísing, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur eisini, at tað er serstakliga óheppið, at so lítið av alis- og evnafrøði er í bókini hjá sætta flokki, tí hetta avmarkar lærugreinina so nógv, um lærararnir ikki sjálvir fara aktivt inn, at finna alternativt undirvísingartilfarð. Hon leggur afturat, at hon ætlar sær at prioritera skúlaverkið høgt, tí um mann ikki lærir tingini sum barn, so verður tað torført, sum hon sjálv orðar tað.










