Heine líkist enn sær sjálvum

Tað er ikki so nógv meira at siga um Heina, tí hóast hann er óbroyttur, er hann væl verdur at lurta eftir, og heldur verandi gongd fram, verður hann eisini verdur at lurta eftir í næsta ár Um tú heldur, at tú kennir orðini í innganginum til henda tekst aftur, so er tað ikki løgið, tí 30. august í fjør stóðu júst somu orð á Planet.fo. Hinvegin eru orðini eru minst líka galdandi í ár, tí tað er onki broytt við Heina Lutzen, síðan í fjør, í fyrrárið, ella so leingi Fjarðafestivalurin hevur verið til.

 

Heine Lutzen heldur fram í sama spori, men eftir øllum at døma er onki galið við tí, tí bara Jeremy Camp hevur haft størri áskoðarafjøld á Fjarðafestivalinum í ár.

 

Einasti eyðsýndi munurin á fjøldunum er, at Jeremy Camp fekk yngru fólkini, og kanska serliga kvinnurnar at leita sær í Kelduna. Í dag er tað eldru fólkini, sum dáma betri at sita niðri og lurta at tónleiki, so fólk vóru munandi fleiri á loftinum, har tað ber til at sita niðri. Í gjár var munandi tættari á gólvinum, har fólk livdu við øllum kroppinum til tónleikin. Í dag er tað kanska meira í høvdinum, at áhoyrararnir liva.

 

Skuldi onkur verið, sum ongantíð hevur hoyrt Heina Lutzen, so spælir hann nógvar sálmar, ið eru latnir í annan ham, samstundis sum hann syngur bæði friðarligar, inniligar og rokkuttar sangir. Alt hetta við síni eyðkendu rødd.