boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta framtigið hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað, og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein avloysara til [...] til telefaxið eisini. MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og fremmant fyri mong, men útviklingurin gongur so mikið skjótt, at í øðrum londum [...] londum, her serliga USA, eru teldan og internetið vorðin ein partur av gerandisdegnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um skúlagátt, og
Tróndur lýkur ikki krøvini til flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum [...] tað fullkomiliga greitt: Strandferðslan og øll samferðslan sum heild millum bygdir og oyggjar er kanska tað mest týðandi grundarlagið í heila tikið fyri at varðveita og menna hetta samfelagið. HØVUÐSSTAÐURIN [...] stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt
spurt! Ja hvør veit, ein máti fyri at provokera Iran til at leypa framav, soleiðis at USA og møguliga eisini Ísrael kunnu steðga iranska tilbúgvingini! Fantasiur - ja, møguliga, men tá ein veit, hvat stórpolitikkur [...] TAÐ var sum at fáa ein váttan vøtt frammaná, tá tíðindi bórust um, at ísraelski leiðarin Natanyahu kortini ikki ætlar at steðga jødisku búsetingunum í teimum hersettu økjunum á Vestara Áarbakka millum [...] fyri heimsfriðin. UM USA ikki fær trýst Netanyahu til at gevast við sínum búsetingarpolitikki, so fer ein so smátt at illgita USA fyri - út frá onkrum stórpolitiskum málum - at góðtaka harðrenda politikkin
talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir Føroyar og føroyingar. Hann er avbera vakur og kensluríkur og hevur uttan iva nógv at bjóða ikki minst einum fremmandum, sum kanska ongantíð hevur
við. Men vit kunnu so brúka vit og skil og ein góðan vilja til at røkka so langt, sum nú tilber. Uttan vilja koma vit so onga leið. Hví ikki stinga út í kortið ein landspolitikk, sum røkkur langt inn í næstu [...] um oljulóg, fær ein nýggjan arbeiðssetning og víðkaða manning, soleiðis at partur av hennara arbeiðsumráði verður at arbeiða við mentanarligum spurningum. Tvs. hvussu tryggja vit, at ein komandi oljuútviklingur [...] ni á fiskavirkinum á Sandi, vísti okkum øllum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri eitt fólk, eina bygd og eina oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og samtíðis staðfestingin av
Havnini ella lata standa til. Ein meiriluti í býráðnum tykist dáma best Havnaloysnina, men nú skal fólkið so tala. HÓAST bygdirnar og harvið eisini kommunurnar kring landið eru ein av meginlívæðrunum í hesum [...] ÆTLANIN er nú at leggja saman Kollafjarðar Kommunu við Tórshavnar Kommunu. Hetta má sigast at vera ein sera áhugaverd roynd, nú so nógvar røddir eru frammi um at fáa lagt saman fleiri av kommununum í landinum [...] bráddliga møguleiki at troyta eina nátúrhavn av teimum bestu og her kemur so tunnilin sera væl við. Ein kann í dag siga, at langtíðarplanlegging av infrastrukturi og virksemi annars her hava passað saman
enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin skilur ein eisini løgmann, tá hann sigur, at málið er so álvarsligt [...] feløg øll partur av eini og somu fyritøku. At so allar húsast í somu lon yvir við Strond í Havn sigur kanska eisini alt um hetta stóra og fyri Føroyar so týðandi samtak. Nú er lagna teirra aftur í hondunum
íløguætlanir í eitt nú ein infrastruktur ein veingjaskerdur fuglur. Nettup infrastukturin er ein týðandi partur av framtíðar vinnumøguleikunum á Atlantsmótinum, men fyri at fara undir ein slíkan er tað helst [...] burtur úr hesaferð heldur. HÓAST hesa sannroynd, so er tað tó ein kanska ikki so ótýðandi broyting, at føroyingar hava kravt av bretum, at ein ella onnur avkláring verður fingin innan eitt hálvt ár. Tvs [...] antin málið skal loysast við víðari og møguliga samráðingum á politiskum stigi ella tað skal fara til ein dómstól. VIÐ øllum tí fyrivarni, sum eigur at vísast í slíkum máli, halda vit tó, at støðan hjá føroyingum
av eini innbjóðing at vitja tað bretska parlamentið. TAÐ var annars fyri nøkrum mánaðum síðani, at ein innbjóðing kom úr Bretlandi til løgtingið at vitja Whitehall og onnur pláss í Bretlandi. NÚ hevur so [...] í marknaspurninginum. Vit halda eisini, at bretar við sínum upprunaliga kravi, hava víst seg sum ein sera vánaligan og ódámligan granna. MEN eitt er, hvussu tú við samráðingarborðið roynir at loysa eina [...] parlamentariska samstarvið millum løgtingið og hini norðurlendsku tingini verður knýtt tættari, og ein skuldi hildið, at hetta eisini varð galdandi fyri onnur grannalond so sum Stórabretland. AT løgmaður
kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv og aftur krøv og sleppa okkum undan ábyrgd, so kann ein tó siga - við m.a. [...] fara at sita eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu debattin á fólkatingi gjørdist ein uppgerð við føroyskt oysl og yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur. VIT føroyingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit [...] MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn