frá ella úr. Tað sigst ganga rúm tíð, áðrenn samleikamenningin í sovornum førum so at siga fæst upp á pláss. Forum til slíka menning eru ikki minst ítróttarfeløgini. Fótbólturin hevur góða undirtøku úr [...] nú felagið fer at gera enn eina roynd at røkka tindinum í FM kappingini, er politikkurin at dúva upp á egið tilfeingi. NSÍ hevur tikið avgerð um, at tað skulu vera teirra egnu, sum spæla og bera. Tað hava [...] eisini tí, at royndirnar hava víst, at tað er ikki meiri enn í besta lagið løtuvinningur at dúva upp á fremmanda arbeiðsmegi, sum fyrst og fremst fer hagar, har inntøkan er størst. Stríðið við at fáa pening
sjálvmorð - Eg vil ikki liva. Eg hugsi um at gera sjálvmorð hvønn dag. Og eg eri ørg inná øll tey, sum sótu á síðulinjuni og eygleiddu meg, men ongantíð hjálptu mær. Eingin vildi traðka til, sjálvt um tey vistu [...] hevur verið torturur. Hesi vóru fyrstu orðini hjá vøkru Beintu Jacobsen, tá vit hittust til eitt prát á einari hugnaligari kafe í hjartanum av Keypmannahavn. Vit hava øll sæð og hoyrt nógv til stripparan [...] og uppvaksin í Føroyum. - Victoria Wild hevur altíð verið til. Hon kom fram, tá eg hevði mest tørv á henni, sigur Beinta Jacobsen. Størsta partin av hennara lívi hevur Beinta Jacobsen livað eitt dupult
Ein teirra segði seg vita, at hvalirnir vóru skornir upp og kjøtið tveitt á bláman. Ein annar meinti, at hvalirnir vóru lagdir upp á lastbilar og koyrdir víðari. - Eg vil ikki vita, hvat tit gera aftaná, [...] eitt grindadráp er liðugt. Umboðini frá Sea Shepherd verja seg við, at tey einans fóru inn um markið á eina sjómíl, eftir at drápið var av, ella rættari, eftir av hvalirnir vóru deyðir. Les eisini Sea Shepherd [...] segði ein triðji. Les eisini Sea Shepherd í Føroya Rætti í allan dag Ákærin royndi við hesum at vísa á, at hóast hvalirnir ikki eru deyðir, so er grindin ikki av, tí at deyðu hvalirnir skulu sleipast av
økslina á sama hátt bara øvut. Erma: Tak 48 eygu upp á stokk 4½. Bind 7 umfør slætt, síðani 1 umfar rangt. Skift til stokk nummar 5 og bind 6 umfør slætt. Á næsta umfari verður beinleiðis byrjað upp á Mynstur [...] at strípurnar raka tær somu á bulinum. Seyma rendurnar fastar á bulinum og ermunum. Á hálsinum er týdningarmikið, at magnetknappurin verður heftur í innan fyri hálsin ovast á í høgra horni, áðrenn hálsurin [...] økslina lidna soleiðis: Bind og tak av við hálsin á øðrum hvørjum umfari 1 x 3 eygu. Bind 1 umfar. Tey síðstu 15 eyguni verða læst av á næsta stokki.(Ella sett á ein stokk og bundin saman við forstykkinum, so
var nevnliga á slíkum støði, sum tú sjáldan sært tað somikið tíðliga á kappingarárinum. Bæði liðini settu fulla ferð á í álopspartinum, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hol kom á. Fyrstu góðu tíggju [...] nóg kaldur, so HB fekk lagt seg á odda, og næsta málið kundi ein meira royndur málverji kanska vart fyri. Men at leggja ábyrgdina á skoringar hjá mótstøðuliðnum á herarnar á einum blaðungum málverja, vildi [...] vóru gestirnir, sum tvær ferðir komu á odda, so skarst ikki burtur, at spælið hjá klaksvíkingunum sá heldur vandamiklari út. Á miðvøllinum fingu Atli og Høgni fatur á nógv meira, enn Rúni, Kári og Emil gjørdu
var hann í Grønlandi til sjálvdrátt og á sild bæði árini. Síðani tók hann preliminerprógv á Glyvrum og studentsprógv í Hoydølum. Summarferiurnar arbeiddi hann á skrivstovuni hjá D. P. Højgaards Timburhandli [...] farin. Vit steðgaðu á – menniskjaligt vit og skil høvdu ilt við at góðtaka hesi boð. Henda fyrsta gerandisdagin í heystferiuni fer hann sum so mangan áður frískur og ferðugur frá húsum á fjall Uttan fyri [...] drukku starvsfelagarnir ein kaffimunn saman á lærarastovuni. Lagið var gott; tosað varð um skurð og fjallgongu, og Ásmund var í essinum. So fór hvør til sítt. Seint á kvøldi takkar Ásmund yvir internetið okkum
býráðslimur á Tvøroyri, sum lítið og onki álit hava á, at nakað sum helst fer art spyrjast burtur úr samráðingunum. Sum vit greiddu frá í Sosialinum nú ein dagin, eru býráðini í Vági og á Tvøroyri farin [...] farin at tosa um samanlegging. Og á býráðsfundinum á Tvøroyri mánakvøldið skuldi býráðið stinga út í kortið, nær tann næsti fundurin skal vera. Og býráðslimirnir á Tvøroyr gjørdu greitt, at tey ætlaðu at [...] má skerast av skuldini Verður toppurin ikki skorin av kommunuskuldini, er onki endamál at leggja kommunurnar í Suðuroy saman. Tað varð staðfest á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið. - Annars er onki endamál
haraftrat eisini ótespiligt og kalt á vetri, so halda tey á eitt heilt lív í trúgvari tænastu á einum slíkum fiskavirki. Vit hava hitt tvær konur, sum hava starvast á Bakkafrost í ávikavist 12 og 15 ár [...] sær, at tilgongdin av rávøru gekk nóg skjótt inn á virkið og at alt kom úr aftur sum skjótast. Ætlanin var at fáa orðið á onkra av hesum kvinnum, sum á sín serliga hátt eru við til at tryggja útflutning [...] Alt í lagi at arbeiða á einum flakavirki eina einstaka summarferiu. Men soleiðis at hava til sítt lívsstarv, - nei, tað er óhugsandi. At skula fara til fara til arbeiðis kl. 8 á morgni og so fara til hús
Samuelsen, sum átti síðsta fótin á og aftaná fegnaðist saman við liðfeløgunum og teimum 20?30 trúgvu HB viðhaldsfólkunum, sum vóru við á Sandi. Men linjuverjin hevði flaggið á lofti, og dómarin tók til eftirtektar [...] Samuelsen var á beinkinum. Saman við fýra unglingaspælarum og royndum monnum á miðvøllinum komu teir ikki væl frá fyrra umfarinum. B71 skoraði tvey mál, og fyrsta hálva tíman var HB um ein háls. Í fyrra førinum [...] Fótbóltur Lagið var gott á Sandi sunnudagin. Eftir at fótbóltsliðið hjá teimum ikki hevði fingið stig, síðani teir í síðsta umfarinum undan summarsteðginum ? tað var 7. juli ? vunnu 2?1 á Eiði, megnaðu teir
áskoðararnir høllina upp á kók. Kyndil hevði eisini ein gyltan møguleika, eftir at Halgir Dahl-Olesen í fríari skotstøðu hamraði bóltin á innaru síðuna á stólpanum. Kyndil fekk fatur á returinum, og púra e [...] sagt um ein háls hesa løtuna, men eftir eitt harðliga tiltrongt time-out fingu teir tó betri skil á. Spakuliga togaðu teir seg alsamt nærri, og seinastu tíggju minuttirnar kom veruligt glið á. Kyndil fann [...] Kyndilsleikararnir vóru frá fyrsta bríksli í kroppunum á skotsterku bakspælarunum hjá H71, sum als ikki fingu frið at stilla seg rætt inn. Grundað á sterka verjuspælið fekk Kyndil eisini fleiri kvik mótálop