Fótbóltur
Lagið var gott á Sandi sunnudagin. Eftir at fótbóltsliðið hjá teimum ikki hevði fingið stig, síðani teir í síðsta umfarinum undan summarsteðginum ? tað var 7. juli ? vunnu 2?1 á Eiði, megnaðu teir at fáa fulla úrtøku. Og tað smakkaði teimum ikki minni væl, at tað var ímóti stórfelagnum úr høvuðsstaðnum, at teir fingu fulla úrtøku.
Men tað var um reppið, at tað gekk, sum sandoyingar so ofta hava sagt, at tað hevur tørnað út. Eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2?0, megnaði HB at koma afturíaftur og at javna. Og tá tað bara var ein lítil løta eftir, fingu teir í HB bóltin í málið til tað, sum teir hildu vera sigursmálið. Tað var innskifti Eyðun Samuelsen, sum átti síðsta fótin á og aftaná fegnaðist saman við liðfeløgunum og teimum 20?30 trúgvu HB viðhaldsfólkunum, sum vóru við á Sandi.
Men linjuverjin hevði flaggið á lofti, og dómarin tók til eftirtektar, at talan var um rangstøðu, og so kolldømdu teir málið, meðan HB menninir vóru spinnandi illir og kendu seg burturdømdar. Ivaleyst mundi orsøkin vera henda støðan til, at Bárður Mortansson stutt undan leikloki fekk reyða kortið.
Bara lítla løtu eftir, at teir vórðu kolldømdir fyri rangstøðu noyddust HB menninir at staðfesta, at nú eru tað teir, sum hava leiklutin, ið oftast er tann hjá illa staddum liðum. Eftir B71 álop í høgru, innlegg og eitt sindur av afturi og fram setti Eli Hentze krúllin undir bóltin, og so vóru tað sandoyingarnir, sum savnaðust at fegnast um sigursmálið, eftir at málskjúttin og veteranurin í myllulíki ? sum so mangan áður tey seinastu tólv árini ? hevði verið runt um seg sjálvan.
? Tað lættnaði nógv hjá okkum. Um vit megna at bjarga okkum og sleppa undan niðurflyting, er nú upp til okkum sjálvar, men allar súðir eru ikki syftar enn, heldur Eli Hentze, sum hesa ferð var á framrættaða miðvallarplássi, har hann hevði Kára Nielsen undir liðini. Í høgra borði var Svenning W. Hansen, Sverrir Kjærbo var í vinstru, og Jón Brekku hevði verjukendasta miðvallarplássið.
Gummibeinini
HB fyrstu løtuna á Sandi var langt frá útgávuni av tí HB liðnum, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið við í kappingini um FM heitið.
Hesa ferð høvdu teir í neyðini gravað tríggjar veteranar framaftur: Ingi Rasmussen og Gunnar Mohr vóru ímillum teir fyrstu ellivu, og Eyðun Samuelsen var á beinkinum. Saman við fýra unglingaspælarum og royndum monnum á miðvøllinum komu teir ikki væl frá fyrra umfarinum.
B71 skoraði tvey mál, og fyrsta hálva tíman var HB um ein háls. Í fyrra førinum spældi Kári Reynheim út í høgru, Eli Hentze legði flatt innfyri, og spælandi venjarin og fyrrverandi HB maðurin varð skrásettur sum málskjútti.
Í seinna førinum skoraði B71 upp á brotsspark, sum varð dømt fyri hond á bóltinum.
? Fyrsta hálva tíman høvdu vit tveir aðrar púra upplagdar møguleikar, sum vit misnýttu. Eftir at vit vóru komnir framum 2?0, gekk tað, sum vit so ofta áður hava upplivað. Spælið gjørdist eyðkent av ógreiðu um, um vit nú skuldu verja leiðsluna, ella um vit skuldu halda á við tí, ið hevði givið so góða úrtøku, og so kom HB meiri við, greiðir tvey mála skjúttin Eli Hentze frá.
Dygst undan steðginum minkaði HB um munin. Eftir innlegg úr høgru fór B71 verjan eitt sindur skeiv, og Bjørn Thorsteinsson royndi at taka bóltin við vær við arminum, men tað gekk dómarin ikki við til.
Bárður Mortansson umsetti úr ellivu metrum, og fimm minuttir eftir steðgin var Gunnar Mohr upp á spæl. Eftir innlegg úr høgru var hann fyrstur á við nærra stólpan og setti krúllin undir bóltin. Og fleiri aðrar ferðirnar noyddist Valdemar Nowisci í B71 málinum at minna um, at hann framvegis er ein góður málverji, sjálvt um hann er 40 ára gamal.
? Eftir at teir høvdu javnað, haldi eg, at vit aftur fingu meiri futt í galosjurnar, sjálvt um teir høvdu bóltin nógv. Undir øllum umstøðum eru vit sera fegnir um, at tað eydnaðist okkum at fáa øll stigini, staðfestir Eli Hentze.
Stór kreppa
Munurin á liðunum var ikki so stórur, sum hann átti at havt verið, um HB hevði livað upp til tað, sum tað verður roknað við ? bæði í og uttanfyri felagið. HB er í djúpari kreppu.
Ungu menninir hava ikki tyngdina, sum skal til fyri at venda gongdini, og royndu menninir á miðvøllinum eru bara skuggar av tí, sum áður hevur borið nógvar sigrar og skreyt við sær. At tað gongur av skriðuni hevur sjálvandi við sær, at sjálvsálitið og spæligleðin eru lítil.
Nú er langt millum góðu løturnar. HB hevur ikki vunnið, síðani teir vóru í Vágum, og soleiðis sum tað hevur tørnað út síðani summarsteðgin, so skulu teir vera glaðir um, at tað fyrrapartin av árinum eydnaðist at skava ikki so lítið av stigum saman.
B71-HB 3-2 (2-1)
1-0: Kári Reynheim 20
2-0: Eli Hentze (br.) 28
2-1: Bárður Mortansson (br.) 44
2-2: Gunnar Mohr 50
3-2: Eli Hentze 88
B71: Valdemar Nowisci ? Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson ? Svenning W. Hansen, Kári Nielsen, Jón Brekku, Eli Hentze, Sverrir Kjærbo ? Símun Hansen, Kári Reynheim
HB: Pól N. Joensen ? Eyðfinn Fjalsbak, Bjarni Jørgensen, Jón Rói Jacobsen, Bárður Christiansen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Ingi Rasmussen ? Bárður Mortansson, Gunnar Mohr