Ásmund Lamhauge farin

”Eingin veit, hvar feigur fjakkar”.

Aftur nú – mánadagin í heystferiuni – fingu vit eina álvarsama áminning um, hvussu rámandi hetta orðafellið er – og hvussu nógv, ið tíbetur er fjalt fyri okkum. Ásmund Lamhauge var farin. Vit steðgaðu á – menniskjaligt vit og skil høvdu ilt við at góðtaka hesi boð.


Henda fyrsta gerandisdagin í heystferiuni fer hann sum so mangan áður frískur og ferðugur frá húsum á fjall Uttan fyri Gjógv í Lambalíð. Hann gekk ta somu ódnina, ið hann nú hevði gingið í eina hálva øld. Hann kendi hvønn stíggj og hvørt strik og tráddi kendar ræsur. Ásmund var sera varin á fjalli, so varin at hann vanliga hevði ábyrgdina av smádreingjunum, sum jú altíð eru við, og soleiðis var eisini hesaferð. Men - ”skjótt er Harranum um” - stutt fyri middag var hann áhaldsin og datt so meint, at vit høvdu ikki meir enn sett á seinnapartin, tá ið deyðsboðini bórust.


Hann bleiv einans 63 ár.


Seinasta dag fyri heystferiuna høvdu vit í Runavíkar skúla renningardag. Ein illfýsin dagur, men eftir upphiting í høllini varð herjað á Mýrarnar, og einar tveir tímar seinni var teinurin runnin. Tá ið liðugt var, koyrdi Ásmund sum tann seinasti eftir Agninum fyri at tryggja sær, at ongin næmingur var eftir úti í illveðrinum. Síðani drukku starvsfelagarnir ein kaffimunn saman á lærarastovuni. Lagið var gott; tosað varð um skurð og fjallgongu, og Ásmund var í essinum. So fór hvør til sítt. Seint á kvøldi takkar Ásmund yvir internetið okkum lærarum fyri ein góðan, men buldrasligan dag og ynskir okkum framhaldandi góða heystferiu. Hetta var seinasta heilsanin frá okkara stjóra.


Ásmund Lamhauge var føddur í Lamba tann 15. juli 1945 og var sonur Dia undir Lyngbrekku og Amandu f. Joensen úr Leirvík, og var hann næstelstur av seks systkjum. Eftir barnaskúlan var hann til skips við glyvrasluppini Minnie í tvey ár. Millum annað var hann í Grønlandi til sjálvdrátt og á sild bæði árini. Síðani tók hann preliminerprógv á Glyvrum og studentsprógv í Hoydølum. Summarferiurnar arbeiddi hann á skrivstovuni hjá D. P. Højgaards Timburhandli. Eftir studentaskúlan var hann vikarur í Glyvra skúla tvey ár.

Hann treivst í undirvísingini og fór tí til Danmarkar at læra til lærara á Jonstrup Seminarium. Har gingu fleiri føroyingar, og í ervinum fortaldi onkur av hesum um tað góða samanhaldið, ið var teirra millum. Ásmund, sum longu tá var rættiliga búgvin og myndugur, var sum ein annar pápi fyri teir.


Eftir lokið prógv í 1973 kom Ásmund heim aftur og gjørdist lærari í Glyvra skúla. Í 1982 bleiv hann deildarleiðari í tí nýggja Runavíkar skúla, og 7 ár seinni varð hann varaskúlastjóri. Í 1995 gjørdist hann skúlastjóri.


Ásmund var góður starvsfelagi og góður skúlastjóri. Hann var sera góður við skúlan og strembaði altíð eftir, at okkara skúli skuldi vera í fremstu røð, tá nýhugsanir stungu seg upp. Hann var opin fyri øllum tí nýggja, men stóð sum drangur í brimi, tá tað galt um at verja skúlans virkisøki. Hansara størsta hjartamál var tann nýggi skúlin í Runavík. Nógva orku brúkti hann í hesum arbeiði, og tað er sárt at kenna, at honum ikki untist at síggja liðugt verk nú til várs.


Hann gekk á odda fyri at fáa tey brekaðu inn um skúlans gátt og arbeiddi alsamt dúgliga fyri at skapa teimum betri kor á øllum økjum. Hann var støðufastur maður. Fjaldi ikki síni politisku sjónarmið: var sambandsmaður um ein háls og ikki at vika. Hann hevði sín fasta sess í Glyvra kirkju, har hann sat hvønn sunnumorgun. Ættarkærur var hann sum fáur, og alskur hansara til heimbygd sína, Lamba, var eyðsýndur. Saman við øðrum arbeiddi hann við at samla og skráseta staðanøvnini í bø og haga.


Var álvarsmaður á at líta, men vit, ið kendu hann, vistu, at aftan fyri álvarsemið var eitt bleytt lyndi. Hetta lyndið kom serliga fram onkra lagaliga løtu á lærarastovuni – tá ið friðurin valdaði, ella okkurt serligt var á skránni. Eitt dømi um hetta kom fram tann dagin, ið hann fekk ”Herðaklappið” frá Javna.


Runavíkar skúlaverk er eitt stórt arbeiðspláss. Her virka meira enn 60 starvsfólk. Kvinnur og menn, ung og eldri. Trivnaðurin okkara millum lá Ásmundi sterkt á sinni. Tí hava vit einar tríggjar ferðir um árið skipa fyri samverum lærarana millum, har skemt og hugni hava verið einastu evnir á skránni. Skúlaárið hava vit nú í fleiri ár endað við útferð. Við hesi tiltøk er samanhaldið styrknað, og her vísti Ásmund veruliga, at hann var tann góði starvsfelagin og vinurin.


Ásmund giftist við Jastrid Weihe úr Bønhúsmørk í Lamba, og bygdu tey sær hús í heimbygdini. Teirra vakri urtagarður er eitt gott dømi um alsk teirra til tað vakra og lívsjáttandi í hesum heimi. Tey bæði fingu døturnar Dianu og Nicolinu, sum báðar eru væl undankomnar. Diana og Jákup, versonurin, høvdu júst givið Ásmundi abbasonin Odd. Nú í summar og í heyst rokaðist Ásmund við at hjálpa teimum at byggja.


Tit, sum nú sita eftir í stórari sorg og svárum sakni, skulu vita, at tankar okkara leita til tykkara, og at vit luttaka í sorg tykkara. Tit hava mist ein góðan mann, faðir, verfaðir og abba, men minnini um hann tekur deyðin ikki við sær – tey hava tit eftir. Latið tey vera við til at hjálpa tykkum at bera hetta. Fjøllini kring Skálafjørðin eru dimm á at líta, men teir kavataktu tindarnir peika móti heiðum, stjørnulýsandi himmalhválvi .


Vit ynskja, at Harrin styrkir tykkum og veitir linna í sorgarmyrkrinum.



Starvsfelagarnir í Runavíkar kommunuskúla.