Spiltir møguleikar

H71-Kyndil 22-22 (13-11):
Bæði hoyvikingar og kyndilsmenn høvdu sínar møguleikar at avgera dystin leygardagin til egnan fyrimun. Hvørgin teirra megnaði tó at taka av, og tískil var javnleikurin helst einasta rætta úrslitið

Hondbóltur ? menn

Talan varð um eina lívliga lokaluppgerð, tá H71 og Kyndil brustu saman leygardagin.
Hóast bæði liðini á pappírinum hava møguleikan at fara eftir bronsuni, so mundi tað mest av øllum snúgva seg um æruna, og so tað at sleppa burtur úr naggatódnini, sum liðini hava verið í seinastu tíðina. Hoyvíkingar hava als ikki fingið glið á, síðani grundspælið endaði, meðan Kyndil hinvegin hevur havt eitt sera torført ár, tó at sigurin móti KÍF helst gava nakað av luft.

Saknur í Bjarna
Frá fyrsta bríksli var eisini líkt til, at tunga gongdin hjá hoyvíkingum skuldi halda fram.
Kyndilsleikararnir vóru frá fyrsta bríksli í kroppunum á skotsterku bakspælarunum hjá H71, sum als ikki fingu frið at stilla seg rætt inn. Grundað á sterka verjuspælið fekk Kyndil eisini fleiri kvik mótálop ígongd, ella í øllum førum sluppu teir somikið skjótt í avstað, at hoyvíkingar ikki fingu skipað verjuna, áðrenn Kyndil hevði leikt seg ígøgnum.
Hoyvíkingar vóru snøgt sagt um ein háls hesa løtuna, men eftir eitt harðliga tiltrongt time-out fingu teir tó betri skil á. Spakuliga togaðu teir seg alsamt nærri, og seinastu tíggju minuttirnar kom veruligt glið á.
Kyndil fann als ikki veg fram til málið hjá hoyvíkingum. Kanska var størsta orsøkin til hetta, at liðið við flytingini hjá Bjarna Wardum ti lH71 misti stóru skothóttan sína, og tí mundi tað helst svíða eyka fast, at tað júst var Bjarni, sum hesa seinastu løtuna gekk undan, tá H71 fyri fyrstu ferð í dystinum vann seg framum.

Rok í grindina
Í seinna hálvleiki var leingi líkt til, at tað skuldi eydnast hoyvíkingum at halda fast um leiðsluna. Ikki tí at spælið var so øgiliga sannførandi, tí til tess tveittu teir alt ov nógvar bóltar burtur. Heldur var hetta orsakað av, at hvørja ferð Kyndil hevði møguleikan at koma heilt fram til hoyvíkingarnar, so misnýttu teir grønu.
Hetta var sjálvandi við til at frustrera kyndilsleikararnar, og frustratiónin mundi ikki gerast minni, tá komið var í helvt við hálvleikin. Eini lokaluppgerð so líkt, so hevði talan verið um ein kropsliga harðan dyst, men tað var tó hendan eina hendingin í seinna hálvleiki, sum veruliga fekk ilt í leikararnar.
Við støðuni 17-16 til H71 vann kyndilsverjan bóltin og fór í kontra. Bólturin varð at enda sendur til Bárð Johannesen, men hesin var ógvuliga harðliga taklaður av Peter Rosbach hjá Hoyvikingum. Helst hevði eingin mótmælt, um Peter hevði fingið reytt kort frá dómaraparinum, tí talan var um eina fyrilitarleysa kropstakling, sum tó mest komst av ovurhuga heldur enn eini beinleiðis roynd at jarðleggja mótstøðumannin. Einasta revsingin, sum kom frá dómaraparinum, var tó eitt brotskast, og tá so Kyndil oman á alt misnýtti hetta, bar av.
Var rætt atborið, so átti Jónleif Sólsker helst at fingið reytt kort, tá hann løtu seinni var í hornatøkum við Jákup á Borg, og tað líktist eina mest eini kompensatión, tá dómararnir heldur ikki hesa ferð valdu at reka nakran leikara av vøllinum.

Møguleikarnir
Hvussu var og ikki, so helt dysturin kortini fram á sama hátt. Við einum H71-liði, sum kanska var við yvirlutan, men sum ikki megnaði at toga seg avgerandi málini frá Kyndli, og við einum Kyndils-liðið, sum fleiri ferðir hevði møguleikan, men sum ikki megnaði at koma upp á liðina av H71.
Kyndil fekk tó eina hjálpandi hond, tá Peter Rosbach fekk tveir fingrar, bert tríggjar minuttir fyri leiklok. Við málum frá Høgna Klein og Regin Johannesen komu teir upp á javnt, og brádliga fingu fáu ? men mælsku ? áskoðararnir høllina upp á kók.
Kyndil hevði eisini ein gyltan møguleika, eftir at Halgir Dahl-Olesen í fríari skotstøðu hamraði bóltin á innaru síðuna á stólpanum. Kyndil fekk fatur á returinum, og púra einsamallur kundi Bárður Johannesen halda móti málinum. Heldur enn at skjóta, so valdi hann at lyfta bóltin inn um málverjan, men hetta hevði Ørvur Heimbø longu lisið av, og við uttasta pettinum av neglunum fekk hann pilkað bóltin niður, soleiðis at hoyvíkingar hóast alt fingu annað stigið.

Miðal-lið
Mett eftir dystargongdini, so munnu hovyíkingar tó neyvan vera nøgdir um eitt stig, og yvir høvur munnu teir heldur ikki vera nøgdir um úrtøkuna, sum teir hava havt í endaspælinum.
Í øllum førum hava teir, nú tríggir dystir eru leiktir, mest sum mist sambandið við StÍF á bronsuplássinum, soleiðis at talan nú tykist gerast um eina tilveru sum bleyt millumvøra.
Her tykjast teir at fáa fylgi av Kyndli, men í mun til hoyvíkingarnar, so munnu teir í Kyndli vera nógv fegnari um hendan leiklutin. Longu undan kappingini varð sagt, at hetta árið skuldi nýtast til at byggja nakað nýtt upp, og spakuliga hómast nú úrslitið av hesum arbeiðið. Ikki minst takkað verið stríðsviljanum, ið aloftast eyðkennir liðið. Ein stríðsvilji, sum higartil hevur tryggjað teimum trý stig ímóti H71.

Dysturin í tølum
H71-Kyndil
Málskjúttar:
H71: Finnur Hansson 7, Bjarni Wardum 6, Peter Rosbach 4, Kristjan Petursson 3, Halgir Dahl-Olesen 2
Kyndil: Høgni Klein 8(1), Jónleif Sólsker 6(1), Bárður Johannesen 3, Janus Einar Sørensen 2, Leif Mikkelsen 1, Ken Zachariasen 1, Regin Johannesen 1
Brotskøst: H71 1, Kyndil 4
Útvísingar: H71 4, Kyndil 4
Dómarr úr Neistanum: Sophus Dal-Christiansen & Jacob Jónsson. Máttu loysa burturstaddu Hjalmar&Kristian av, og fyri tveir óroyndar dómarar, vil hetta altíð vera ein trupul uppgáva, sum tó kundi verið lættari, um ein harðari linja varð løgd.