Vita ikki hvat hendir eftir at grindin er skorin á háls

Eftir øllum at døma, vita umboðini frá Sea Shepherd ikki, hvat hendir við hvalunum, eftir at teir eru skornir á háls.

Kjarnin í rættarsakinum í dag móti teimum átta handtiknu umboðunum fyri Sea Shepherd, hevur verið spurningurin um, nær eitt grindadráp er liðugt.

Umboðini frá Sea Shepherd verja seg við, at tey einans fóru inn um markið á eina sjómíl, eftir at drápið var av, ella rættari, eftir av hvalirnir vóru deyðir.

Les eisini Sea Shepherd má í rættin einaferð afturat

Linda Hesselberg, ákæri, hevur tí spurt tey øll, ein fyri og annar eftir, um tey hava gjørt sær nakrar tankar um, hvat hendir við hvalunum, eftir at teir eru dripnir.

Les eisini Grindstop 2014 kostar yvir 3 milliónir krónur

Svarini eru tó so sum so. Ein teirra segði seg vita, at hvalirnir vóru skornir upp og kjøtið tveitt á bláman. Ein annar meinti, at hvalirnir vóru lagdir upp á lastbilar og koyrdir víðari.

- Eg vil ikki vita, hvat tit gera aftaná, tað kann ongantíð vera nøkur vøkur sjón, segði ein triðji.

Les eisini Sea Shepherd í Føroya Rætti í allan dag

Ákærin royndi við hesum at vísa á, at hóast hvalirnir ikki eru deyðir, so er grindin ikki av, tí at deyðu hvalirnir skulu sleipast av strondini og til havnarøkið. Sea Shepherdumboðini hildu tó fast við sítt, at so vítt tey vistu, so var markið á eina sjómíl einans galdandi, meðan sjálvt drápið fór fram, og tá hvalirnir vóru deyðir, var teimum frítt at fara inn um markið.