Málrok í fyrsta brakinum

Verður undirhald gjørt upp í málum, so fingu áskoðararnir í Klaksvík fullan valuta mánadagin, tá sigursvandu KÍ og HB tørnaðu saman

Fótbóltur

Tað var ikki eiti á landskappingarbyrjan, sum klaksvíkingar fingu annan páskadag. Heimadyst móti HB, sum hevði hópin av áskoðarum við sær. Trý stig í skjáttuna til longu ferðina móti kappingarloki. Og ferðmikið og til tíðir heilt undirhaldandi fótbóltsspæl á skránni.
Veðrið skikkaði sær somikið væl, sum tað kundu gera, nú vit framvegis eru í mars mánaði, og tað hevði fingið hópin av HB-viðhaldsfólkum at leita sær til Klaksvíkar. Saman við heimaáskoðarunum royndu teir alt fyri eitt at skapa eina ljóðkulissu, sum av álvara skuldi fáa spælararnar at rakna við, og fyri ein stóran part eydnaðist hetta eisini.
Leikferðin var nevnliga á slíkum støði, sum tú sjáldan sært tað somikið tíðliga á kappingarárinum. Bæði liðini settu fulla ferð á í álopspartinum, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hol kom á. Fyrstu góðu tíggju minuttirnar sungu bæði meskar og áskoðarar tríggjar ferðir, og so mundi tað standa øllum greitt, at fótbóltslandskappingin er byrjað.

Ótrygg HB-verja
Hóast tað hesa fyrstu løtuna vóru gestirnir, sum tvær ferðir komu á odda, so skarst ikki burtur, at spælið hjá klaksvíkingunum sá heldur vandamiklari út. Á miðvøllinum fingu Atli og Høgni fatur á nógv meira, enn Rúni, Kári og Emil gjørdu, og tá ferð varð sett á álopspartin, vóru vertirnir eisini nógv meira beinleiðis. Ikki minst imponeraðu Erling Fles og Heðin á Lakjuni við ágangandi spælistíli sínum, soleiðis at eitt gjøgnumbrot var mest sum væntandi, hvørja ferð teir høvdu bóltin. Nakað sum ferð eftir ferð fekk HB-verjuna at bakka eftir hæli.
HB hevði í útgangsstøðnum eina spælskipan, sum tóktist veksla millum 4-4-2 og 4-3-3, har Jákup á Borg skuldi vera offensiva hóttanin í sínum borði, men hendan partin fingu teir nærum ongantíð at koyra. Í einum óvandum leikluti sum vinstri bakkur hevði Eyðun Klakstein fyri tað allar mesta fult tamarhald á landsliðsleikaranum, sum fyri tað nógva bara rann seg upp í skúm. Og tað tóktist heldur ikki hóva honum serliga væl, at Eyðun væl og virðliga dugdi at vera kontantur og hálvgum skitin, tá hetta kravdist.

Ferðin kostaði
Størsti veikleikin hjá KÍ tóktist vera, at felagið enn ikki hevur nakran greiðan avloysara kláran fyri Jákup Mikkelsen, sum í vetur skifti til B36. Ikki tí. Klaksvíkingar hava málverjar í fleiri øðrum feløgum enn júst KÍ, men tað hjálpir lítið, tá trupulleikin er við Djúpumýru.
Tað gav at bíta við fyrsta málið, tá blaðungi Mathias Samuelsen ikki var nóg kaldur, so HB fekk lagt seg á odda, og næsta málið kundi ein meira royndur málverji kanska vart fyri. Men at leggja ábyrgdina á skoringar hjá mótstøðuliðnum á herarnar á einum blaðungum málverja, vildi helst verið ov nógv kravt, og við frálíkari bjarging beint undan 1-1 málinum bøtti Mathias eisini munandi um skaðan.
Fleiri ferðir var tó sjónligt, at málverjin ikki tóktist serliga tryggur ? kanska orsakað av truplu byrjanini ? men sum dysturin leið, gjørdist samspælið millum verju og málverja alt betri.
Tá hetta er sagt, so avdúkaði HB-liðið eisini fleiri veikleikar. Hóast trý mál á útivølli ikki er heilt einki, so var talan langt ífrá um sama ágangandi og beinleiðis álopsspæl, sum liðið hevur sýnt tey bæði seinnu árini.
Serstakliga tykist liðið hava trupult við at umstilla seg, nú teir ikki longur hava Rógva Jacobsen sum target-mann frammi í álopinum. Rógvi var annars at síggja við HB-beinkin, tá dysturin byrjaði, men útisetin var bara komin heim á lítla vitjan, og tí mundi hetta einamest vera fyri at heilsa upp á gomlu liðfelagarnar.
Her rúgvaði Páll M. Joensen ov lítið upp sum einsamallur á toppinum, eins og Emil N. Leifsson eisini tóktist gera tað á miðvøllinum. Einki er at ivast í, at teir báðir eiga eina góða framtíð í HB, og ivaleyst fara teir eisini at gera um seg longu í ár, men júst mánadagin komu teir tó til kort. Serstakliga í fyrra hálvleiki var spælið ov fysiskt krevjandi.
Hesum kundi kanska roknast við, men fyri HB mundi tað vera meira skelkandi, hvussu tung verjan tóktist at vera. Ferð eftir ferð vóru bakkarnir um ein háls, tá KÍ royndi at spæla djúpt og breitt, og heldur ikki miðverjan tóktist serliga sannførandi.

Dýra mistøk
Og so skerst ikki burtur, at nærum øll málini í dystinum komu eftir mistøk, sum verða revsað í modernaðum fótbólti. At eitt meistaralið til dømis skal fáa mál ímóti sær, tí uppdeknigin ? milt sagt ? er mangulfull, og tí spælarar ikki duga at kasta innkast, er á ongan hátt sannførandi, og sum ætlaður avbjóðari skal KÍ helst eisini fáa betri skil á málmansspunninginum.
Mistøkini frá báðum pørtum viðførdu eisini, at seinni hálvleikur gjørdist nakað væl meira varliga spældur enn fyrri. Fyrstu løtuna tóktist tó, sum hevði HB eina veruliga yvirvág, men hendan komst helst eins nógv av, at KÍ hevði hug at bakka ov nógv. Tá hetta varð rættað upp, kom KÍ fleiri ferðir nær góðum møguleikum, og tað endaði eisini við, at teir skoraðu eftir horna. Eitt mál, sum í veruleikanum avgjørdi dystin.
HB royndi seg fyri tað mesta við longum bóltum niðan móti álopinum, men hetta var tó barnamatur fyri vælvaksnu KÍ-verjuna. Einstakar ferðir var vandi tó á ferð, men í tveimum førum blokeraði Ovi Nysted væl. Móti dystarloki fingu gestirnir brotsspark, sum teir eisini gagnnýttu, men hóast KÍ seinastu minuttirnar spældi í undirtali, so eydnaðist ongantíð at fáa eitt veruligt trýst á bláa málið hesa løtuna.
Tí megnaði heimaliðið eisini uttan teir heilt stóru trupulleikarnar at halda fast um leiðsluna, og so eru teir klárir til longu gongdina móti 27. og seinasta umfarinum.