Svenskt verkfall móti Tesla í tvey ár

Í tvey ár hevur svenska fakfelagið IF Metall verið í verkfalli móti Tesla, tí amerikanska fyritøkan ikki vil gera ein kollektivan sáttmála.

Í dag eru tvey ár síðani svenska fakfelagið IF Metall byrjaði verkfall móti Tesla. 

Verkfallið fevnir um áleið 70 mekanikarar á teimum tíggju svensku verkstøðunum hjá Tesla.

Uttanfyri fleiri av verkstøðunum  møta kundar verkfalsvaktum, men tað forðar ikki bileigarunum í at fáa sínar Teslabilar viðgjørdar av starvsfólkum, sum arbeiða hjá Tesla uttan sáttmála.

Ein røð av fakfeløgum stuðla Metall í tvey ára stríðnum móti Tesla. Til dømis nokta elektrikarar at arbeiða við nýggjum løðistøðum, bryggjuarbeiðarar forða fyri at koyra Tesla-bilar, og postmenn nokta at bera post til felagið, skrivar SVT. 

 

Í dag eru tvey ár síðani svenska fakfelagið IF Metall byrjaði verkfall móti Tesla.