Hugsi hvønn dag
um sjálvmorð
- Eg vil ikki liva. Eg hugsi um at gera sjálvmorð hvønn dag. Og eg eri ørg inná øll tey, sum sótu á síðulinjuni og eygleiddu meg, men ongantíð hjálptu mær. Eingin vildi traðka til, sjálvt um tey vistu hvussu mítt lív var. Hesi orðini eigur 27 ára gamla Beinta Jacobsen, sum flest okkara kenna sum Victoria Wild.
- Egveit ikki, hvar eg skal byrja. Alt mítt lív hevur verið torturur.
Hesi vóru fyrstu orðini hjá vøkru Beintu Jacobsen, tá vit hittust til eitt prát á einari hugnaligari kafe í hjartanum av Keypmannahavn.
Vit hava øll sæð og hoyrt nógv til stripparan Victoriu Wild, og stundum hava vit sæð bitar av særdu Beintu Jacobsen, sum er fødd og uppvaksin í Føroyum.
- Victoria Wild hevur altíð verið til. Hon kom fram, tá eg hevði mest tørv á henni, sigur Beinta Jacobsen.
Størsta partin av hennara lívi hevur Beinta Jacobsen livað eitt dupult lív. Særda og myrka lívið sum Beinta Jacobsen og villa og fría lívið sum Victoria Wild.
Viljasterk sum fá
Í dag livur Beinta eitt so normalt lív, sum til ber. Men Victoria Wild sleppur at liva, sum henni lystir.
- Eg elski fantasiheimin hjá Victoriu Wild. Eg veit væl, at míni mørk ikki eru sum hjá øðrum, og tað er eisini tí, eg eri strippari. Men eg elski tað, staðfestir Beinta.
Beinta lesur til marknaðarføringsøkonom og er frammanundan útbúgvin hjá Matas.
- Beinta livur eitt róligt og friðarligt lív, men Victoria kemur fram um vikuskiftini, sigur Beinta smílandi.
Síðani nógv umrødda sendingin um Victoriu Wild varð víst í KVF, hava nógvar ungar gentur vent sær til Beintu við vón um góð ráð.
- Tað eru so nógvar kvinnur, sum hava tað sum eg, og liva við somu trupulleikum. Míni ráð til tær kvinnurnar er at melda brotsmannin sum skjótast fyri at steðga slíkum og lær teg eitt sindur um sálarfrøði, so tú kanst handfara tínar trupulleikar. Soleiðis eri eg komin víðari, sigur Beinta.
- Hevur tú havt ein ringan barndóm, so er mítt besta ráð, at tú leitar tær hjálp frá einum sálarfrøðingi. Tað hjálpir, sigur Beinta Jacobsen.
***
Hægsta tilboð 14 milliónir
Tað gevur umtalu og góð tilboð at verða við í Fólksins Rødd hjá Sjónvarpinum. Bragdliga bóndakonan úr Sumba er væl skorin fyri tungubandið, og tað fingu fólk at hoyra í Rás2 sendingini Hvonn Live.
- Eg fái eisini nógv tilboð frá mannfólki. Summir bjóða sær at venja hundin, aðrir bjóða sær at passa seyðin og uppaftur aðrir siga, hvussu nógvar milliónir teir eiga. Allar hesar milliónirnar høvdu komið væl við í Suðuroynni, segði Arnfríð Hentze.
Hægsta tilboðið higartil er 14 milliónir krónur, men hon tekur ikki av. Hon sigur seg hava tað best millum seyðin í Sumba.
Aksel vil verða løgmaður
- Nú havi eg bjóðað meg fram og tað merkir, at eg eri til reiðar at fara allan vegin.
Tað staðfesti nývaldi formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen. Á eykaandsfundi í Javnaðarflokkinum varð hann valdur til nýggjan formann við stórum meiriluta, eftir at Jóannes Eidesgaard hevur gjørt av at takka fyri seg.
Men nú er Aksel V. Johannesen ikki bara formaður í Javnaðarflokkinum. Hann er eisini valevni floksins til ein nýggjan løgmann, skuldi flokkurin komið í eina samgongu.
- Sjálvandi eri eg til reiðar at verða løgmaður. Eg havi bjóðað meg fram at verða formaður floksins og í tí liggur, at eg eisini eri løgmansevni floksins og tað eri eg fullgreiður yvir, sigur hann.
Osmund úr Tavuni
Nú tað frættist, at Norðoya Íløgufelag hevur keypt ísfiskatrolararnar, Polarhav og Stjørnuna og 25% av Tavuni í Leirvík, er tað parturin hjá Osmundi Justinussen og øðrum, sum er seldur.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at sølan av skipum og virki er hend knappliga.
- Jú, hetta er hent rættiliga knappliga, men vit vóna, at alt verður, sum tað var. Vit hava skilt, at Polarhav og Stjørnan framvegis fara at fiska gulllaks í vertíðini, og vit vóna eisini, at áhugamálini hjá teimum, sum nú koma at taka partin hjá Osmundi og øðrum, hava somu áhugamál við virkseminum, sum vit hava havt, sigur hann.
***
Eingin meining sleppur fram í miðlunum uttan at hon skal sáldast og sílast. Úrslitið er ein politisk viðmerking, sum ongar tenn hevur eftir í heysinum.
Óli Breckmann, politikari
Anders Fogh Rasmussen er uttan samanbering rotnasti persónurin, sum eg havi hitt. So hálur, at eg undraðist.
Jónheðin Herason Tróndheim