Bakkafrost eitt gott arbeiðspláss

Bakkafrost á Glyvrum er kent fyri góðu framleiðslu sína úr laksi.
Hetta er eisini eitt gott arbeiðspláss, eru tvey av starvsfólkunum Mariann Nielsen og Sigrid Gaardbo eisini samdar um.

Glyvrar: Tá ein tosar um fiskaarbeiði her á landi, so eru tað mong sum yppa øksl um tað.
Summi siga beinleiðis, at hetta kundu tey ikki droymt um at tykist við. Og so serliga ikki sum tilkomin og eldri.
Fiskaarbeiði er ikki nakað við framtíð í sær, verður sagt. Ikki nakað, sum mong ungfólk høvdu viljað brúkt sína kostbaru tíð til.
Alt í lagi at arbeiða á einum flakavirki eina einstaka summarferiu. Men soleiðis at hava til sítt lívsstarv, - nei, tað er óhugsandi.
At skula fara til fara til arbeiðis kl. 8 á morgni og so fara til hús aftur, tá ein er vorðin 67! Ein slík hugsan man ræða mong.
Men tá ein soleiðis vitjar virkir kring landið, so eru tað framvegis fólk sum trívast í hesum arbeiðinum. Summi hava veruliga havt hetta sum sítt lívsverk, og kundu ikki hugsað sær at gjørt nakað annað enn júst hetta.
Hóast tað mangan hevur verið óstøðugt arbeiði, og haraftrat eisini ótespiligt og kalt á vetri, so halda tey á eitt heilt lív í trúgvari tænastu á einum slíkum fiskavirki.
Vit hava hitt tvær konur, sum hava starvast á Bakkafrost í ávikavist 12 og 15 ár. Og tær trívast framvegis í arbeiðinum, - tær báðar Mariann Nielsen úr Saltangará og Sigrid Gaardbo úr Søldarfirði.
- Jú, her á Bakkafrost er sera gott at vera, halda tær báðar, nú vit fingu eitt orð við tær í farnu viku.
Á Bakkafrost arbeiða sjálvandi eisini menn. Men henda hósdagin í farnu viku, tá vit vitjaðu virkið, nýtt vit bert høvið at hitta hesar báðar kvinnurnar.

Virkið virki
Beint fyri døgurða týsdagin í farnu viku var úr at gera á Bakkafrost.
Kvinnurnar í reinskeringini og pakkingini vóru fult upptiknar í arbeiði sínum, at tær nærum ikki sansaðu umboðunum fyri tíðindatænastuna sum vóru komin at vitja á virkinum.
Vit vórðu víst til formannin - ella forkvinnuna - í høllini. Hon sat í eftirlitsrúminum og tryggjaði sær, at tilgongdin av rávøru gekk nóg skjótt inn á virkið og at alt kom úr aftur sum skjótast.
Ætlanin var at fáa orðið á onkra av hesum kvinnum, sum á sín serliga hátt eru við til at tryggja útflutning okkara.
Ivasamt mundi kortini vera, um tað fór at eydnast, tí her treyt ikki arbeiði. Neyvan var nøkur teirra serliga hugað at verða avbrotin í arbeiðinum, bert tí Sosialurin var komin á vitjan.
Klokkan var farin at nærkast hálvgum tólv, og nú var farið at styttast til døgurðasteðgin. Kanska onkur kundi takast burtur frá, nú so stutt var eftir til middags.
Tað eydnaðist kortini at fáa yvirtalað hesar báðar kvinnurnar til eina stutta samrøðu.

Gott arbeiðspláss
Mariann Nielsen byrjaði at arbeiða her á Bakkafrost í 1991. Tað vil so aftur siga, at hon hevur verið her í samfull 15 ár.
Hon gjørdi seg fyrst lidna við skúlagongdina, m.a. við Húsarhaldsskúla, og fór síðani higar at arbeiða.
Spurningurin til hana er sjálvandi, - hví heldur tú fram at arbeiða á einum slíkum virki?
Hví man blívur við? Tja, tað má vera tí at mær hevur dámað hetta.
Bakkafrost er í øllum førum eitt gott arbeiðspláss, sigur Mariann.
Arbeiðið hjá Mariann er í reinskeringini. Áður var hon eitt skifti í kryvjingini.
Hon byrjar hvønn dag um hálvgum átta-tíðina, og fer so heim kl. 4. Ofta verður klokkan tó eitt korter yvir.
- Tað er einki specielt sum so við einum slíkum arbeiði sum hesum. Men her er gott at vera og mær dámar væl hetta slagið av arbeiði, sigur hon.
Mariann er fáorðað og samrøðan er av. Hóast klokkuni vantar fáar minuttir í 12, so fer hon kortini oman aftur í skerihøllina.
Hon letur seg í arbeiðsklæðini og nær líka at koma í gongd aftur, tá klokkan boðar frá døgurða.
Einki við at spilla tíðina burtur uppá nakran máta!

Ikki tað mest áhugaverda
Sigrid Gaardbo er ættað úr Nólsoy, men er búsitandi í Søldarfirði. Hon hevur arbeitt her í eini 12 ár.
Hennara arbeiði er at pilka tey eftirverandi beinini burtur úr flakinum.
Eftir at laksurin er skorin fer flakið gjøgnum eina pilkimaskinu, og so verður hvørt einstakt stykki eftirhugt.
- Her skal altso bara einki bein vera í, sigur Sigrid avgjørd á málinum.
Hon er samd við Mariann í, at sum so er tað ikki nakað serligt við hesum arbeiðinum.
- Tað er kanska ikki tað mest áhugaverda arbeiðið at pilka bein úr flaki. Men, man ger tað bara.
Tá ein hevur vant seg við hetta slagið av arbeiði, so er tað bara OK.

Tingini ganga
Sigrid arbeiddi áður í laksi í heimbygdini, men tá tað virkið fór av knóranum á sinni, fór hon út á Bakkafrost at arbeiða.
Eins og Mariann, er hon fegin um hetta arbeiðið og arbeiðsplássið.
- Her er gott samanhalda millum okkum. Vit hava eisini ein góðan formann, sum fær tingini at ganga soleiðis sum tey skulu, sigur Sigrid.
Samrøðan er liðug. Sigrid skundar sær aftur í arbeiðsklæðini og á sítt pláss á Bakkafrost.
Her er eingin tíð at spilla. Minuttirnir áðrenn døgurða eru eisini av stórum týdningi.
Hesir minuttir telja eisini í tí stóra samanhanginum!