NSÍ
Nýbygt øki við nógvum tilflytarum hevur ikki somu samleika kjølfestu, sum gomlu bygdirnar hava, og tað er orsøkin til, at NSÍ ikki enn hevur rokkið tindinum í FM kappingini. Soleiðis hevur ofta verið tikið til.
Orsøkin er, at Runavík er lutfalsliga nýtt búpláss. Økið úr Runavík og inn móti Lambareiði er nógv bygt seinastu hálvu øldina. Tað hevur borið við sær, at tilflytingin hevur verið stór. Í sovornum førum hevur tað ofta víst seg, at nýggja fólkið í eins stóran mun ella størri mun enn nýggja plássið, setir seg í samband við plássið, sum tey eru ættaði frá ella úr. Tað sigst ganga rúm tíð, áðrenn samleikamenningin í sovornum førum so at siga fæst upp á pláss.
Forum til slíka menning eru ikki minst ítróttarfeløgini. Fótbólturin hevur góða undirtøku úr Æðuvík og inn til Skipanesar, og nú felagið fer at gera enn eina roynd at røkka tindinum í FM kappingini, er politikkurin at dúva upp á egið tilfeingi. NSÍ hevur tikið avgerð um, at tað skulu vera teirra egnu, sum spæla og bera. Tað hava teir gjørt, tí teir halda seg hava nógvar evnaríkar spælarar og kanska eisini tí, at royndirnar hava víst, at tað er ikki meiri enn í besta lagið løtuvinningur at dúva upp á fremmanda arbeiðsmegi, sum fyrst og fremst fer hagar, har inntøkan er størst. Stríðið við at fáa pening til vega hevur verið størri enn úrtøkan.
-Hýrurin er góður, og spælararnir eru ídnir. Vit hava møguleika at vinna ímóti øllum hinum, og tað er eisini møguleiki fyri, at vit kunnu missa stig ímóti øllum hinum. Málið er at røkka millum trý tey fremstu. Men skal tað eydnast, so er tað sera týdningarmikið, at avrikini verða meiri støðug. Ofta hevur tað verið soleiðis, at NSÍ hevur snávað, tá ið tað minst varð roknað við tí, og í lykladystunum ímóti teimum, sum vit hava kappast um plaseringarnar við, hevur tað oftast ikki verið nóg gott.
Tað sigur Trygvi Mortensen. Hann hevur bara spælt fótbólt í NSÍ, og hann hevur fleiri ferðir vant NSÍ. Seinastu árini hevur hann verið í EB/Streymi og B68, har hann hevur verið væl dámdur. Nú er hann aftur á heimavølli, og hann sigur seg ætla at nýta lokala samleikan.
- Liðið er rættuliga homogent. Jens Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen eru kendir frá landsliðnum. Men fyri tað mesta er talan um spælarar, sum eru NSÍarar um ein háls. Eg havi ta fatan, at teir eru sinnaðir at stríðast fyri felagið og heimstaðin, og tað er eitt gott útgangsstøði, heldur venjarin.
Alt árið
Nýggi leisturin í landskappingini er ókendur fyri venjaranum, soleiðis sum hann er tað fyri øllum hinum. Trygvi sigur seg rokna við, at tað verður brúk fyri meiri fólki, enn tað higartil hevur verið, og hann roknar eisini við, at fótbólturin nú er vorðin ítróttur, sum fer at vera á skránni alt árið.
- Fyrsta venjingin hjá okkum var 4. november. Undan jólum vandu vit tvær ferðir um vikuna. Um jólini høvdu vit frí, men síðani 13. januar hevur verið vant við fullari ferð. Undan jólum stóð tað upp til spælararnar, um teir vildu vera við í venjingini ella ikki. Uppmøtingin vísti, at áhugin var stórur, og tað hevur hann eisini verið síðani. Eg haldi ikki, at líkindini nakrantíð hava verið so út av lagi vánalig, sum tey hava verið í vetur. Um tað ikki hevur verið regn og vindur, so hevur tað verið kavarok. Sjálvandi hevur hetta darvað, men spælararnir skulu eiga rós fyri, hvussu hugaligir teir hava verið, staðfestir NSÍ venjarin.
Hvussu fer tað at ávirka NSÍ, at tað verða níggju umfør meiri í landskappingini?
- Onkrir hava spurt, nær summarsteðgurin verður. Tá eg havi víst teimum kappingarskipanina, hevur tað verið skjótt at staðfest, at talan ikki verður um summarsteðg. At tað fer at verða spælt hvørt vikuskifti, og at kappingin ikki fer at verða liðug fyrrenn síðst í oktober ber við sær, at tað ivaleyst verður brúk fyri at geva fleiri spælarum møguleikan, enn tað higartil hevur verið vanligt. Ungu spælararnir verða neyvan lyklaspælarar beinanvegin, men tá ið kappingin er long og strong, fara teir uttan iva at fáa høvi at vísa, hvør dugur er í teimum.
Hevur tú lagt venjingina øðrvísi til rættis, enn tú plagar at gera?
- Eitt er, at vit fóru tíðliga undir venjingarnar, og at summarsteðgurin er burtur. Hesir veruleikarnir hava við sær, at tað verður uppaftur meiri týdningarmikið við resitutiónsvenjingum, enn tað higartil hevur verið. Fysioterapeuturin tekur sær av hesum, og vit fara at nýta meiri tíð til hetta, enn vit áður hava gjørt. Okkara spælarar arbeiða til klokkan fimm hvønn dag, og nógvir teirra hava likamliga hart arbeiði. Undanfarnu árini hava venjingarnar verið klokkan 18.15. Nú hava vit gjørt av at flyta venjingarnar til klokkan 19. Tað hava vit gjørt, tí vit halda, at spælararnir hava gott av at hvíla eitt sindur, áðrenn teir møta til venjingar, og eg haldi, at royndin hevur víst, at tað fæst meiri burturúr venjingini, sigur Trygvi Mortensen.
Avbjóðingarnar verða ivaleysa stórar. Í tveimum teimum fyrstu umførunum skal NSÍ spæla í Gundadali móti HB og B36!