víðari, men valdi heldur at geva Jónleifi nakað av tíð at umhugsa støðu sína í, og heta sær nú út til at hava givið úrslit. - Eg havi umhugsa støðuna gjølla, og havi nú valt at taka av hesari avbjóðingini [...] venjarasessin hjá kvinnulandsliðnum. Upprunaliga var ætlanin, at Jónleif Sólsker skuldi taka sær av hesum, men hann helt seg hava nóg mikið at síggja til við mansliðnum hjá Kyndli, og segði tí í fyrsta umfari [...] fyrr enn á heysti 2003, men sambært komandi venjaranum, so er tó ikki ætlanin, at liðið skal bíða somikið leingi eftir at fáa nakran dyst. Arbeitt verður í løtuni við eini møguligari venjingarlegu í Íslandi
er til, at áhugi er kortini, sigur hann. Hátturin verður tann sami, sum kendur er aðrastðani frá. At hann bjóðar fólki at seta seg fyri eini hús, sum hann so saman við einum byggimeistara fer at smíða liðug [...] sum arbeiðir við ætlanini. Hann sigur, at hann hevur fingið grundstykki í Miðalsbrekku, har húsini skulu byggjast. Enn er ætlanin ikki komin so mikið langt, at hann hevur boðið nakað út. ?Bert luftað [...] umstøður annars eru til tess. Húsini fara at fáast fyri ein rímiligan prís, sigur Joen Hendrik Hansen. Hann vil ikki nevna nakað fast tal enn, men sigur tó, at tey verða ikki dýrari enn onnur hús av somu
avtalu við TV2, sum inniber at vit keypa minst 520 tímar um árið, sigur Mikkjal Helmsdal. Sum Sosialurin skilir, so er tað rættiliga trupult at fáa hendur á TV2, soleiðis at tað bert eru heilt fá í Føroyum [...] Føroyum, ið síggja donsku rásina TV2. Mikkjal Helmsdal sigur, at kemur ein fyrispurningur frá Tórshavnar Kommunu, um at sleppa at senda DR, so verður hesin svaraður tá, ikki fyrr. [...] tíðina verið møguligt at greiða atkvøðu um, hvør rásin skal koma í staðin fyri Rás Tórshavn, Langt frammanfyri kappingarneytarnar er DR ella Danmarks Radio. Hetta verður tó ikki bert sum at siga tað, tí Sjónvarp
grikkarnar og turkarnar á Kypros. Upprunin til friðarátakið er, at fólkið í einari bygd har eysturi á oynni hava gjørt av at sleppa gomlum aggi og at liva og virka í sátt og semju. Ein høvuðsorsøk til semjuna [...] ES. Bruxelles hevur kravt, at teir báðir fólkabólkarnir loysa innanhýsis ósemjuna, áðrenn talan kann verða um at taka oynna upp í samveldið. Samstundis hevur ES boðað frá, at semjast partarnir, er Kypros [...] undir royndina at fáa eina varandi friðarloysn ímillum partarnar. Teir báðir leiðararnir hittust á markinum, sum býtir oynna sundur í ein grikskan og ein turkiskan part. Har samdust teir um at hittast tríggjar
Edmund ikki, at henda stjórnin hevði orsøk til at hava ein annan tóna enn undanfarna stjórnin. Stjórnin hevur staðfest, at føroyingar hava lagt fullkomiliga á annan bógv, og Edmund metir, at tað á henda [...] staðfesti ? her á fundinum eins og aðrastaðni ? at føroyingar eiga allan avgerðarrætt, um vit vilja vera í ríkinum ella ikki. Danska stjórnin staðfesti harumframt, at fullveldisætlanin fullkomiliga er slept, [...] Vitjan Sambandstingmenn vóru í teirri serstøðu, at teir høvdu tveir fundir við danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, mánadagin. Formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen
Tað er ringt at halda hús og samstundis vera húsvill. - Tú skalt brúka nógva orku uppá at vera á varðhaldi, og ofta røkkur orkan ikki til at taka neyðugu stigini, ið skulu til, fyri at royna at loysa tru [...] Kvinnuhúsinum, ella Kreppumiðstøðini, Elin Reinert Planck, at greiða frá um miðstøðina, sum heldur til Oman Pisuvarða í Havn. Tað er soleiðis, at hvønn einasta mánað fáa tær nógvar áheitanir úrøllum pørtum [...] marrur, ið geva vøkunætur. Tær hava ongan at tosa við. Fundurin verður sum sagt klokkan 19.30 hóskvøldið 14. februar. Hann er almennur, og ein drekkamunnur verður at fáa.
visti at siga, at løgreglan hevði fingið boð frá einum víðgongdum jødiskum felagsskapi, at tað var hann, sum hevði skipað fyri spreingingini í skúlagarðinum. Í boðunum frá felagsskapinum stóð, at atsóknin [...] boðaði tann víðgongdi palestinski felagsskapurin Al-Aqsa frá, at tað var ein av hansara limum, sum hevði skotið fólkini á matstovuni fyri at hevna, at ísraelski herurin hevði myrt kvinnur og børn í Ramallah [...] tilburðin, tá tíggju ísraelsmenn doyðu í einari atsókn í Beit Yisrael seinasta leygardag, og at felagsskapurin fer at hevna øll ísraelsk børn, sum doyggja í palestinskum atsóknum. Tey 600 børnini í skúlanum
Sambandsflokkinum, hug til at kritisera Landsstýrið fyri at forsøma almannaøkið. Vilhelm ivast í, hvussu góðar móttøku hetta uppskotið hjá honum fer at fáa, men hann vónar, at undirtøkan verður fyri hansara [...] talan um meirútreiðslur, sum fara at kosta landskassanum 98 mío. Tá ið Vilhelm ?bert? ætlar at skerja ríkisveitingina við 107 mío. og ikki 366 míó, so kann hetta eftir øllum at døma betala seg fyri Javnaðarflokkin [...] koma fyri atkvøðugreiðslu í tinginum, áðrenn uppskotið um ikki at skerja ríkisveitingina so nógv, ið higartil er ætlað. Skuldu tað hent, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum ella Sambandsflokkinum verður
vanlig havtaska, uttan at nakar hevur gáað um tað. Fyri at fáa meiri vitan um hetta, verður við hesum heitt á fólk, sum dagliga fáast við havtasku, bæði á sjógvi og landi, um at hyggja at litinum á roygginum [...] við, at L. budgassa hevur svart royggj og L. piscatorius klárt royggj. Fiskirannsóknarstovan er í gongd við at kanna almennu lívfrøðina hjá havtasku undir Føroyum, og í kanningini er alneyðugt at vita [...] fiskiskapurin bert er eftir einum slag, ella um talan er um tvinni sløg. Av tí, at sløgini eru so meinlík, er hugsandi, at menn ikki geva sær far um munin í litinum á roygginum. Um so er, kann ein partur
stig, er, at felagið vil hava samsýningarnar, sum verða latnar limunum fyri vegleiðing, rætting og próvdøming av uppgávum, dagførdar. - Vit hava gjørt av at nokta at lata karakterirnar inn fyri at fáa málið [...] framvegis limum sínum at lata Handilsskúlanum karakterirnar fyri høvuðsuppgávurnar hjá 2. HH. Freistin hjá lærarunum at lata skúlanum karakterirnar var úti hálvan januar. Orsøkin til, at Lærarafelag Handilsskúlans [...] málið avgreitt og fyri at gera vart við okkum, tí samsýningarnar eru ikki dagførdar í longri tíð, sigur Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilsskúlans. Fyri próvdøming av uppgávum er tað Ment