Á fundinum fer leiðarin fyri Kvinnuhúsinum, ella Kreppumiðstøðini, Elin Reinert Planck, at greiða frá um miðstøðina, sum heldur til Oman Pisuvarða í Havn.
Tað er soleiðis, at hvønn einasta mánað fáa tær nógvar áheitanir úrøllum pørtum av landinum, og tey árini, Kreppumiðstøðin hevur virkað, hava ómetaliga nógvar kvinnur og nógv børn gist har í styttri ella longri tíð.
Kvinnuhúsið sigur m.a. í einum av faldarum sínum:
- Tað er ringt at halda hús og samstundis vera húsvill.
- Tú skalt brúka nógva orku uppá at vera á varðhaldi, og ofta røkkur orkan ikki til at taka neyðugu stigini, ið skulu til, fyri at royna at loysa trupulleikararnar.
Kvinnuhúsið er staðið, har tú kanst fara við tínum trupulleikum og fáa hjálp til sjálvhjálp.
Orsøkirnar eru nógvar. Ein er, at harðskapur móti kvinnum er til. Hann er her. Ein ósvikaligur partur av føroyska veruleikanum. Her kanst tú ikki svara: "So má hon taka sær um reiggj". Tí tað gera tær hvønn dag, allan dagin ? og hann er langur.
Tá so endiliga náttarfriður er, siga tær einki um dreymar og marrur, ið geva vøkunætur. Tær hava ongan at tosa við.
Fundurin verður sum sagt klokkan 19.30 hóskvøldið 14. februar. Hann er almennur, og ein drekkamunnur verður at fáa.