Húsasmíð
Møguleiki verður helst at keypa sær eini liðug raðhús í Vestmanna innan alt ov langa tíð. Arbeitt verður við eini ætlan við fimm raðhúsum, sum skulu seljast liðug.
Tað er Joen Hendrik Hansen í Vestmanna, sum arbeiðir við ætlanini. Hann sigur, at hann hevur fingið grundstykki í Miðalsbrekku, har húsini skulu byggjast.
Enn er ætlanin ikki komin so mikið langt, at hann hevur boðið nakað út.
?Bert luftað tankan, sum hann tekur til. Men líkt er til, at áhugi er kortini, sigur hann.
Hátturin verður tann sami, sum kendur er aðrastðani frá. At hann bjóðar fólki at seta seg fyri eini hús, sum hann so saman við einum byggimeistara fer at smíða liðug.
Tað allarseinasta sum eitt nú málingaarbeiði og gólválegging, sum fólk vanliga vilja hava ávirkan á, fara tey, sum keypa, sjálv at gera, sigur hann.










