Edmund Joensen: Eitt tap fyri samgonguna

?Forsætisráðharrin staðfesti, at føroyingar eiga allan avgerðarrættin. Danska stjórnin staðfesti harumframt, at fullveldisætlanin fullkomiliga er slept, sigur Edmund Joensen, formaður fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum

Vitjan

Sambandstingmenn vóru í teirri serstøðu, at teir høvdu tveir fundir við danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, mánadagin.
Formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, sum kennir danska forsætisráðharran so mikið væl, at umtalar hann stundum bert sum Anders, var eftir fundin, millum tingmanningina og Anders, væl nøgdur við fundin.
?Hann var púra greiður í sínari talu. Hann staðfesti ? her á fundinum eins og aðrastaðni ? at føroyingar eiga allan avgerðarrætt, um vit vilja vera í ríkinum ella ikki. Danska stjórnin staðfesti harumframt, at fullveldisætlanin fullkomiliga er slept, sigur Edmund Joensen.
Sjálvur helt Edmund ikki, at henda stjórnin hevði orsøk til at hava ein annan tóna enn undanfarna stjórnin. Stjórnin hevur staðfest, at føroyingar hava lagt fullkomiliga á annan bógv, og Edmund metir, at tað á henda hátt kann hugsast sum ein nýggj byrjan.
?Tað, sum vantaði á hesum fundinum var, at onkur í samgonguni reisti seg upp og orsakaði alt tað rumblið, sum teir hava staðið fyri hesi seinastu fýra árini. Hetta má vera eitt øgiligt virðingstap fyri samgonguna, sigur Edmund Joensen.
Fyrrverandi løgmaðurin á Oyri leggur dent á, at hetta uppleggið frá Anders Fogh Rasmussen passar ógvuliga væl saman við tí, ið Sambandsflokkurin hevur borið fram í Nýskipanaruppskotinum, sum Sambandsflokkurin legði fram fyri nøkrum árum síðani.