Leiðarin hjá teimum griksku kyprunum, Glafkos Klerides, og leiðarin hjá teimum turkisku kyprunum, Rauf Denktash, samdust á einum fundi mikudagin um skunda undir royndina at fáa eina varandi friðarloysn ímillum partarnar.
Teir báðir leiðararnir hittust á markinum, sum býtir oynna sundur í ein grikskan og ein turkiskan part. Har samdust teir um at hittast tríggjar ferðir um vikuna fyri at royna at loysa tað drúgva stríðið, sum hevur býtt oynna sundur við einum geira, sum ST-hermenn hava eftirlitið við.
Sambært semjuni skulu teir báðir leiðararnir hittast í floghavnini, sum er ímillum teir báðar oyggjarpartarnar. Tað eru nú meira enn fýra ár síðani seinasta fundin millum grikkarnar og turkarnar á Kypros.
Upprunin til friðarátakið er, at fólkið í einari bygd har eysturi á oynni hava gjørt av at sleppa gomlum aggi og at liva og virka í sátt og semju.
Ein høvuðsorsøk til semjuna millum teir báðar leiðararnar er kypriska umsóknin um limaskap í ES. Bruxelles hevur kravt, at teir báðir fólkabólkarnir loysa innanhýsis ósemjuna, áðrenn talan kann verða um at taka oynna upp í samveldið. Samstundis hevur ES boðað frá, at semjast partarnir, er Kypros tað umsøkjaralandið, sum best lýkur treytirnar fyri limaskapi.
Kypros hevur verið býtt í tvey, síðani turkiski herurin hersetti tann norðara partin av oynni.