- Iran hevur framvegis bróðurpartin av sínum rakettgoymslum og útskjótingarrampum í varðveitslu.
Tað vita amerikanskir miðlar at siga, og miðlarnir vísa til fregnartænastumetingar í USA.
Tað var í gjár, at New York Times vísti til skjøl, ið eru stemplað sum loynilig. Hetta eru skjøl hjá amerikanskari fregnartænastu.
Sambært skjølunum hevur Iran framvegis 70 av sínum flytbaru útskjótingarrampum eftir og umleið 70 prosent av sínum rakettum.
New York Times veit at siga, at flestu av undirjarðisku rakettskipanunum og umleið 90 prosent av undirjarðisku uppskjótingarrampunum eru framvegis inntaktar.
Washington Post vísti herfyri á nøkulunda somu meting, og eisini her vóru útsagnirnar frá ónevndum keldum í amerikansku fregnartænastuni.
Sum skilst, eru tey í USA serliga órógvað av, at Iran framvegis hevur atgongd til flestu av sínum rakettskipanum fram við nógv umrødda Hormussundinum.











