Ísraelsmenn nýta nú eisini bumbur

Gjáramorgunin sprongdi ein víðgongdur jødiskur felagsskapur eina bumbu uttan fyri ein palestinskan skúla

Minst ein lærari og sjey skúlabørn fingu skaða, tá ein bumba brast uttan fyri ein palestinskan skúla í Eysturjerusalem gjáramorgunin. Blaðið Jerusalem Post visti at siga, at løgreglan hevði fingið boð frá einum víðgongdum jødiskum felagsskapi, at tað var hann, sum hevði skipað fyri spreingingini í skúlagarðinum. Í boðunum frá felagsskapinum stóð, at atsóknin var hevnd fyri tilburðin, tá tíggju ísraelsmenn doyðu í einari atsókn í Beit Yisrael seinasta leygardag, og at felagsskapurin fer at hevna øll ísraelsk børn, sum doyggja í palestinskum atsóknum.
Tey 600 børnini í skúlanum vórðu alt fyri eitt flutt burtur haðani. Stutt eftir funnu trygdarmenn tvær aðrar bumbur í kloakkini við skúlan, men tað eydnaðist at taka tær sundur, áðrenn tær brustu.
Ófriðarligt
Dagurin í gjár var ógvuliga ófriðarligur. Tíðliga gjáramorgunin sprongdi ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður seg sjálvan í luftia í einum bussi har norðuri í Ísrael. Ellivu fólk fingu skaða.
Nakrar fáar tímar frammanundan skjeyt ein palestini fólk, sum, sótu á einari matstovu í Tel Aviv. Trý fólk doyðu, og minst 25 vórðu særd.
Eisini her var talan um hevnd, tí stutt eftir atsóknina boðaði tann víðgongdi palestinski felagsskapurin Al-Aqsa frá, at tað var ein av hansara limum, sum hevði skotið fólkini á matstovuni fyri at hevna, at ísraelski herurin hevði myrt kvinnur og børn í Ramallah og Jenin.