Jónleif skal venja kvinnurnar

Spurningurin um, hvør skal venja kvinnulandsliðið í hondbólti, er nú avgreiddur. Jónleif Sólsker hevur játtað at tikið við starvinum


 

Hondbóltur


Nakað av skriving hevur seinastu tíðina verið um venjarasessin hjá kvinnulandsliðnum.

Upprunaliga var ætlanin, at Jónleif Sólsker skuldi taka sær av hesum, men hann helt seg hava nóg mikið at síggja til við mansliðnum hjá Kyndli, og segði tí í fyrsta umfari nei takk.


Sleptu ikki

Hondbóltssambandið slepti tó ikki hesi ætlanini uttan víðari, men valdi heldur at geva Jónleifi nakað av tíð at umhugsa støðu sína í, og heta sær nú út til at hava givið úrslit.

- Eg havi umhugsa støðuna gjølla, og havi nú valt at taka av hesari avbjóðingini, sigur Jónleif Sólsker við Sosialin.

- Enn er sjálvur sáttmálin ikki undirskrivaður, men vit eru samdir um tað mesta, so tað skuldi ikki verið nøkur forðing, leggur hann afturat.

Fyrsta veruliga kappingin hjá kvinnulandsliðnum er ikki fyrr enn á heysti 2003, men sambært komandi venjaranum, so er tó ikki ætlanin, at liðið skal bíða somikið leingi eftir at fáa nakran dyst.

Arbeitt verður í løtuni við eini møguligari venjingarlegu í Íslandi, har Grønland møguliga eisini verður við, og harumframt fer HSF møguliga at tekna liðið til sonevndu Challenge-Cup kappingina, sum ein kapping fyri veikaru hondbóltstjóðirnar.

Enn er ikki gjørt av, hvør fer at taka sær av landsliðnum saman við Jónleifi, men Flemming Raben hevur verið nevndur í hesum sambandi.