Maðurin, sum nú verður hildin at vera drápsmaðurin, er ongantíð fyrr drigin upp í tað loyndarfulla morðið. Men í gjár skrivaði Dagens Nyheter, at tað er skjalprógvað, at maðurin var í Stockholm tann 28 [...] svensku myndugleikarnir fyri sjey árum síðani kannaðu, at Suðurafrika hevði nakað við Palme-morðið at gera. Hinvegin var tað ikki nakað loyndarmál, at táverandi suðurafrikansku myndugleikarnir mettu Palme [...] Kent Ajland, sum hevur arbeitt saman við suðurafrikanarum í einari roynd at finna drápsmannin. Sjálvur sigur Kent Ajland, at hann fekk upplýsingar um mannin, tá hann einaferð var á handilsferð í Suðurafrika
ment seg til at verða nýggjársbygd burturav. Og í ár ætla teir sær veruliga at liva upp til heitið at vera Føroya fremsta nýggjársbygd. Tað eru eini 10 ár síðani, at tvøramenn tóku seg saman at skipa fyri [...] gamlaársnevndini á Tvøroyri, Oddur Dimon, sigur, at tað, teir hava keypt, er einans dygdarfýrverk og sjálvur hevur hann nakrar ferðir verið uttanlands á skeiði í at skjóta fýrverk. Sum nakað serligt, hava teir [...] farið innandura í ítróttarhøllina, har smurt breyð, sjampanja og sodavatn verður at fáa ókeypis. Aftaná fer so ?Ein Blanding? at spæla til dans, men dansurin kostar 120 krónur.
lítið og onki at gera og hevur hervið lagt útreiðslurnar á kommun-urnar við at lata standa til. Sjálvt um eldraøkið er ein landsuppgáva burturav, hava kommunurnar følt seg noyddar til at byggja sambýlir [...] eið til kommunurnar. Ein avleiðing av hesum er, at kommunurnar ikki hava ráð til at lækka skattaprosentið. Áheitan á kommunustýrislimir Latið verða við at yvirtaka nakað sum helst frá landinum, áðrenn tann [...] krónur um mánaðin í skattalætta. Fyri at hava ráð til hendan skattalættan og teir, sum eru givnir áður, verður inntøkugrundarlagið hjá kommununum skert munandi við t.d. at hækka botnfrádráttin frá 17.000 krónum
stig til uppskotið. ? Fyri at forða fyri, at hetta mál í 55 ára gomlu søgu heimastýrisins skapar fordømi fyri, at hetta verður vanlig mannagongd frameftir, verður mælt til, at hesar lógir verða tiknar av [...] verið galdandi siðvenja í Føroyum, at eingin ríkislóg fær gildi, uttan at tingið samtykkir tað, sigur Kristian Magnussen í viðmerking til uppskotið. Roknasat kann við, at uppskotið fær breiða undirtøku, tí [...] til, um tað góðtekur, at lógir vera settar í gildi í Føroyum ímóti viljanum hjá løgtinginumð. Javnaðarflokkurin fekk týsdagin tær neyðugu undirskriftirnar til vega, so uppskotið at avtaka hernaðarlógirnar
Qatar frá, at irakski leiðarin Saddam Hussein, og synir hansara, Qusay og Uday, vóru farnir á ein fund í kjallaranum á einari matstovu í Monsur-býarpartinum í Bagdad. CIA visti eisini at siga, at einir 50 [...] teir sannførdir um, at var irakski leiðarin har, tá bumburnar raktu húsini, er hann neyvan á lívi longur. Bretska blaðið The Guardian skrivaði í gjár, at CIA visti ikki einans, at Saddam Hussein og synir [...] skjótt at, og 40 minuttir seinni slepti eitt B1-bumbuflogfar fýra sterkum bumbum niður yvir bygningin, sum hýsti matstovuni. Bumburnar vigaðu 900 kilo hvør, og spreingirnar vóru so ógvusligar, at bygningurin
grannalondum. Svenski professarin væntar, at leypa amerikanarar á Irak, fara fólk at leggja olju inn undir seg, og tað fer alt fyri eitt at fáa oljuprísin at hækka. Tað ringasta, sum kann henda, er, um [...] amerikanska stjórnin kom við hóttanini um at leypa á Irak, hava nógvar gitingar verið um, hvussu eitt kríggj við Irak fer at ávirka oljuprísin. Seinasta boðið er, at prísurin kann fara heilt upp í 24 krónur [...] professaranum eru tað tvinni viðurskifti, sum kunnu gera, at oljuprísurin fer so langt upp. Annað er tað drúgva verkfallið í Venesuela, sum hevur gjørt, at heimsframleiðslan er minkað tvær milliónir tunnur um
Havn, har nakrir av fremstu bólkunum í landinum fara at vísa sín stuðul til at Føroyar verða skipaðar sum fræls tjóð, á jøvnum føti við allar aðrar. Og at okkara tjóð og okkara merki kann verða viðurkent fyri [...] stóra Roskilde Festivalinum. Unga Tjóðveldi fer umframt at hátíðarhalda Merkið at gera vart við, at tað várar í Føroyum. Tað grør um gangandi fót. Tónleikabólkarnir, sum vera við, eru hesir: CLICKHAZE 200 [...] Sameindu Tjóðum, soleiðis at okkara merki kann veitra frítt saman merkjunum hjá øllum heimsins frælsu tjóðum. Millum luttakandi bólkarnar eru m.a. Clickhaze, sum í summar eitt nú fara út at umboða Føroyar á stóra
óheft og at fólkið sleppur at taka støðu, uttan at hugsa um fíggjarligar bindingar. Men hansara persónligu meting, sleppur hann sær elegant undan at svara beinleiðis uppá. ? Tá ið vit siga, at fólki skal [...] er at vit skipa so fyri, at Føroyar verða fíggjarliga óheftar av dønum. Tá ið vit eru komin hartil, er spurningurin um framhaldandi støðuna í ríkisfelagsskapinum ein spurningur, sum fólkið eigur at avgera [...] ríkisfelagsskapinum við Danmar, ella um vit skulu vera uttanfyri. Í grein í gjár komu vit av misgáum at gera hann til formann sjálvstýrisfloksins, men tað er hann ikki, tí formaður floksins er Eyðun Elttør
javnleik. Úrsltini innibera, at Ølstykke nú hevur 10 stig fleiri enn Holstebro, og við trimum dystum eftir at spæla eru teir sostatt vísir í uppflytingini. Henrik leysur Einki er at siga til, um føroysku f [...] Vissan um uppflyting ber nevnliga við sær, at Henrik Larsen nú letur Benny Johansen fáa ábyrgdina av liðnum hjá Ølstykke, og at Henrik sostatt kann fara at hugsa um føroyska landsliðið. Sáttmálin, sum [...] tó avrátt, at um Ølstykke vissaði sær uppflyting áðrenn seinasta leikda, so hevði venjaranum frítt at fara. Fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaranum verður longu í august mánaði, og tí er einki at siga til
fegnast um at verða við í kappingini um høvuðsvinningin. Tað vísti seg kortini, at hetta ikki varð rætt. Fleiri gjørdu Sosialin varugan við, at rætta talið á tannlæknum í Føroyum er 38,5, og at Sosialurin [...] svaraðu bæði bløðini rætt upp á allar seks spurningarnar. Fyri at fáa eina avgerð, var settur eykaspurningur. Liðini fingu bæði at vita, at tann, ið var tættast rætta svarinum, vann kappingin. Og so kom [...] Tilsamans eru 38,5 tannlæknar í Føroyum. Úrslitið av øllum hesum gjørdist, at Sosialurin kortini vann á Dimmu, men av tí at Dimma í fyrsta umfari varð kosin vinnari, sleppur hon eisini víðari í kappingini