Bensinprísur
Árni Joensen:
Síðani amerikanska stjórnin kom við hóttanini um at leypa á Irak, hava nógvar gitingar verið um, hvussu eitt kríggj við Irak fer at ávirka oljuprísin. Seinasta boðið er, at prísurin kann fara heilt upp í 24 krónur fyri liturin.
Tað boðið kemur frá Marian Radetzki, sum er professari í tjóðarbúskapi á lærda tekniska háskúlanum í Lund í Svøríki. Sambært professaranum eru tað tvinni viðurskifti, sum kunnu gera, at oljuprísurin fer so langt upp. Annað er tað drúgva verkfallið í Venesuela, sum hevur gjørt, at heimsframleiðslan er minkað tvær milliónir tunnur um dagin. Hin orsøkin er vandin fyri kríggi við Irak og tær avleiðingar, sum eitt tílíkt kríggj kann fáa á viðurskiftini bæði í Irak og tess grannalondum.
Svenski professarin væntar, at leypa amerikanarar á Irak, fara fólk at leggja olju inn undir seg, og tað fer alt fyri eitt at fáa oljuprísin at hækka.
Tað ringasta, sum kann henda, er, um eitt kríggj við Irak verður drúgvari enn væntað, tí tað kann sambært Marian Radetzki elva til politiskan ófrið í teimum oljuríku grannalondunum hjá Irak.
- Vit kunnu ímynda okkum, hvat hendir, um vit fáa eina politiska kollvelting í Saudiarabia, og landið fær eina víðgongda leiðslu, sum sýtir fyri at selja Vesturheiminum olju, sigur svenski professarin.