Fólkið skal velja

? Skal spurningurin um fullveldið til fólkaatkvøðu til fólkaatkvøðu, skulu politikararnir ikki longu frammanundan taka støðu fyri fólk, heldur sjálvstýrismaðurin, Kári Højgaard

Ríkisrættarliga støðan

? Um vit eru innanfyri ella uttanfyri, er ikki tað, sum hevur størstan týudning fyri meg
Kári Højgaard, tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin, er ikki tann, ið vil taka beinleiðis støðu til, hvussu Føroyar skulu skipast í ríkisfelagsskapinum við Danmar, ella um vit skulu vera uttanfyri.
Í grein í gjár komu vit av misgáum at gera hann til formann sjálvstýrisfloksins, men tað er hann ikki, tí formaður floksins er Eyðun Elttør, landsstýrismaður.
Men Kári Højgaard er einasti tingmaður sjálvstýrisfloksins, men nakra beinleiðis støðu til sjálvan ríkisfelagsskapin hevur hann ikki.
Tað, sum hann heldur hevur størstan týdning, er at vit skipa so fyri, at Føroyar verða fíggjarliga óheftar av dønum.
Tá ið vit eru komin hartil, er spurningurin um framhaldandi støðuna í ríkisfelagsskapinum ein spurningur, sum fólkið eigur at avgera á eini fólkaatkvøðu.
-?Um vit so kalla tað samríki, kongsfelagsskap, ella um vit skulu standa uttanfyri rtíkið, hevur ikki tann avgerandi týdningin, bara vit eru fíggjarliga óheft og at fólkið sleppur at taka støðu, uttan at hugsa um fíggjarligar bindingar.
Men hansara persónligu meting, sleppur hann sær elegant undan at svara beinleiðis uppá.
? Tá ið vit siga, at fólki skal taka støðu á fólkaatkvøðui, haldi eg ikki ,at vit politikarar longu frammanundan skulu taka støðu fyri tey, sigur Kári Højgaard.